Tingmaður skrivaði dulnevnt á Portal.fo

Sveinur Tróndarsson gavst sum redaktørur á portal.fo frá degi til dags, tí at ein ávísur løgtingsmaður fekk loyniorð til at skriva dulnevnd tíðindi úr løgtinginum mitt inn í tíðindafloymin á Portal.fo

Sveinur Tróndarsson gavst sum redaktørur á portal.fo frá degi til dags, tí at ein ávísur løgtingsmaður við tilknýti til Portal.fo fekk loyniorð til at skriva dulnevnd tíðindi úr løgtinginum mitt inn í tíðindafloymin á Portal.fo

 

Tað sigur Sveinur Tróndarsson, fyrrverandi redaktørur á Portal.fo í viðmerking á torsportal.fo í kjalarvørrinum av, at Niklái Nysted, stjóri á Knøssum, sum eigur Portalin, hevur lagt Svein Tróndarson undir ikki at hava røkt sítt redaktørarbeiði fyri Portalin til lítar.

 

– Orsøkin til, at eg gavst sum redaktørur var, at Niklái Nysted, uttan at kunna meg um tað, gav einum ávísum løgtingslimi ein dulnevndan brúkara, so hann, undir dulnevninum »Tingið«, kundi skriva politiskar greinar úr Løgtinginum, beinleiðis inn í tíðindastreymin á Portal.fo, skrivar Sveinur Tróndarsson.

 

Hóast hann ikki nevnir løgtingsmannin við navni, so er tilsipingin uttan iva til Hanus Samró, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin.

 

– Sum redaktørur hevði eg ábyrgdina av tí, sum fór út, og tá eg hvørki kundi góðtaka, at vit brúktu dulnevndar høvundar ella, at eg ikki hevði fingið boð frammanundan, valdi eg at fara frá, skrivar Sveinur Tróndarsson.

 

Viðmerkingin hjá Sveini Tróndarssyni kann lesast VIÐAT TRÝSTA HER