Tingmaður vorðin skrellimaður

- So kann eg eisini skriva skrellimaður á mítt CV.

Reimund Langgaard, sum var tingmaður fyri Sambandsflokkin 2011 til 2015, hevur seinastu tvær vikurnar roynt seg sum skrellimaður.

Tað er í samband við, at nýggi posarullurnar eru koyrdar út, at hann hevur arbeitt hjá IRF sum eykamaður.

- Eg havi mest fingist við tað, men onkrir posar eru tó heintaðir eisini, skrivar Reimund Langgaard á Facebookvanga sínum.

Reimund Langgaard hevur tó annað starv eisini. Hann er sølumaður í lýsingafyritøkuna Krea.