Tingrættardómari suspenderaður

Ónærisligi norski tingrættardómarin, sum er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á eina 11 ára gamla smágentu, verður nú eftir øllum at døma suspenderaður - við ongari løn. Umsitingin hjá dómstólunum bað um dagarnar Løgmálaráðið í Noregi um at suspendera stívliga 60 ára gamla tingrættardómaran, sum herfyri varð skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á eina 11 ára gamla smágentu í einum toki.

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava sex-chattað, sum tað verður rópt, við smágentur.

Umbønin hjá dómstólunum er ikki fallin í góða jørð hjá verjanum hjá tingrættardómaranum, Tor Erling Staff.

- Hetta er eitt óndsinnað spark móti mínum klienti. Hann hevur alla tíðina sagt, at hann fer ikki at arbeiða sum dómari so leingi, sum málið móti honum verður kannað. Tað, sum nú verður gjørt, er, at maðurin verður dømdur upp á forhond longu tíðliga í kanningararbeiðnum, sigur verjin.

Hósdagin varð hin stívliga seksti ára gamli tingrættardómarin leyslatin og varð soleiðis ikki varðhaldsfongslaður, meðan viðurskiftini verða kannað.

Verjin hevur nú tíðina fram til middags mánadagin at gera sínar viðmerkingar til norska Løgmálaráðið.

- Alternativið til hetta, vit nú gera, er, at maðurin fær permisjón við løn, men slíkt ynskja vit ikki í málum sum hesum. Hetta er álvarsamt, og tí halda vit, at suspensjón er tað rætta, sigur upplýsingarstjórin hjá dómstólunum, Erling Moe, við norska Dagbladet.