Hví er Jóannes í Grønlandi?
- Eg eri av teirri fatan, at tað ein hevur hug til skal roynast. Mína útbúgving nam eg mær í Danmark og Onglandi, har eg serliga hevði áhuga innanfyri sjórættin. Tí hevði eg í huga at finna eitt reiðarí, ella líknandi í Onglandi ella Norra. Men ein dagin sá eg eina starvslýsing eftir løgfrøðingi í grønlendska Fiskimálaráðnum, og hon var so mikið væl seld, at eg “beit á” – tað havi eg ikki angrað!
Hvat dámar tær í Grønlandi?
- Grønland er lætt at dáma. Hettar er eitt risastórt land við eini stórslignari náttúru. Eg kann fara út við báti at skjóta fugl og kóp ella út við einum snøri. Um veturin kann man standa á skí, og her eru skíliftir í fleiri býum.
- Fólkið her er vinarligt og fyrikomandi. Her verdur boðið inn allastaðni tú kemur á gátt, og tað minnir jú eisini nógv um at koma á bygd heima í Føroyum.
Hvat heldur tú um mentanina í Grønlandi? Líkist hon tí føroysku?
- Grønland minnir um Føroyar á nógvar mátar. Hettar er eitt fiskivinnu- og veiðumannasamfelag og tað sæst aftur í mentanini, á sama máta sum tað sæst aftur í føroysku grinda- og kappróðrarbátunum, kvæðum og øðrum. Her er tað so við grønlendskum sangi, dansi og kajakkkappingum. Tey hava egnan búnað og egið flagg. Hettar er eitt bygdasamfelag, har flest fólk kenna familjurnar í teimum ymisku bygdunum.
- Eins og í Føroyum, er tað eitt samfelag verdur ávirkað av øllum mentanum uttanífrá og soleiðis vaggar millum tað nútímans og tað traditionella, og roynir at finna eina javnvág millum hesi.
So jú mentanin í Grønlandi víkur ikki so nógv frá teirri føroysku, og mær dámar báðar væl.
Hvussu er við málinum – dugir tú nakað á grønlendskum?
- Tíanverri er tað ikki blivið til nógv grønlendskt enn. Tá eg kom higar var ætlanin at eg sum nakað av tí fyrsta, skuldi royna at læra grønlendskt. Men arbeiðið hevur fylt nógv, og samstundis eru fólk her eru so væl fyri á øðrum máli, at eg altíð kann vera við í samtaluni. Tá tað er sagt, so er ætlanin at gera meira við grønlendska málið.
Hvussu er maturin í Grønlandi?
- Maturin í Grønlandi er heilt sum alla aðrastaðni í heiminum. Alheimurin er heilt vist eisini komin til Grønlands hvat tí viðvíkur. Man kann eisini fáa flogfríska mjólk úr Danmark til 38 kr. liturin – so fólk drekka longlife mjólk.
- Tann grønlendski maturin er líkur føroyskum mati, men tey gera ikki nógv við at ræsa matin. Eg havi hoyrt at luftin er ov turr til at ræsa. Vanligur matur her er hvalatvøst við spiki, kópur, svartfuglur og annar fuglur, o.s.fr. Um hesa tíð verdur veitt reindjór og moskussar, so tað verdur eisini nógv etið.
Hvussu er veðrið í Grønlandi?
- Í hesu vikuni er fyrsti kavin komin í Nuuk og tað liggur um frostmarkið nú. Veturin er munandi kaldari og kavin verdur liggjandi um jólini (J).Um summarið er hitin nakað sum í Føroyum vil eg meta, men meira støðugt veður. Ein plága er tó allir mýggjabitarnir um summarið.
- Men í tí heila er mín fatan, at veðrið er meira støðugt og ikki so nógv regn.
Hvørjar spennandi upplivingar hevur tú havt í Grønlandi?
- Eg haldi her sker okkurt spennandi alla tíð. Í starvinum upplivi eg ótrúliga nógv. Millum annað skal eg til tíðir sita hinumegin borðið. tá Grønland hevur samráðingar við Føroyar. Tá krevst at man heldur sær fyri eyga, at arbeiðið er arbeiðið.
- Annars eri eg nógv í náttúr-uni, har vit um hesa tíð skjóta harur, rípur og reindjór á landi. Síðsta vikuskifti fingu vit ein tosk sum var 10 kg á tráðu. Tað var rættiliga stuttligt.
Verður tú búgvandi í Grønlandi?
- Tað er ringt at siga. Eg havi ikki sett mær nakað tíðarmark fyri, nær eg skal vera nakra aðra staðni, so vænti eg verði her so leingi sum eg trívist.
- Nú havi eg eisini norska damu, sum akkurát hevur funnið sær starv og er flutt higar. So eg vænti at eg verði kiptur, um eg spyrji um vit ikki skulu flyta aðrastaðni nú.
- Eg havi altíð ætlað mær heim aftur at búgva. Men tað er ringt at siga nær tað verður, ella um tað verður til nakað. Nú valdi eg Grønland hesa ferð, og so má daman velja hvar vit skulu næstu ferð. So Føroyar koma nokk at bíða nakað enn.
Fakta:
Navn: Jóannis Bloch Danielsen
Føðisstaður: Havn, uppvaksin á Velbastað
Besti føroyskur matur: Røst riv ella ferska grind – ringt at taka dagar ímillum
Útlendskur: Haldi ikki har er nakar favorittur
Aldur: 28 ár
Arbeiði: Løgfrøðingur
Útbúgving: Danmark/Ongland
Motto: Havi ongantíð havt eitt motto at taka fram sum vegvísara. Men tá eg hyggi í bakspeglið, so síggi eg, at eg havi verið ómetaliga privilegeraður at havt møguleikan fyri at gera hvat eg havi haft hug til við lívinum. Og har havi eg so millum annað valt mær eina útbúgving, sum gevur mær møguleika at uppliva onnur lond og fólk gjøgnum mítt arbeiði.