Útisetin hesaferð: Martin Fjallstein

Hvar ert tú staddur?
Eg eri staddur í Før­oy­a­hús­i­num í Keypmannahavn. Men vit hava síðani 1986 búð í Hels­inge 50 km. norðari. Í 1986 fekk eg lærarastarv í Græsted – Gilleleje Kommunu. Tíverri hava fólk sagt um Helsinge: Dan­marks grimmeste by – men tað er hann ikki longur. Í hvussu er hevur hann fingið make­up og styling.

Hví flutti tú til Danmarkar?
Í Føroyum var eg lærari, uppi í politiskum og ná­túr­u­vernd­ararbeiði. Tá ið konan hevði ver­ið sjúk í fleiri ár og var nógv nið­ri á Ríkissjúkrahúsinum, søkti eg í 1986 danskt lær­ar­a­starv og fekk starv í Blistrup í Gilleleje. Tað var stórt um­skifti. Men tað liggur í mær at fara til verka her eg eri stadd­ur, og so verður mangt sær sjálv­um líkt. Og sum danir taka til, hevur tú okkurt keðiligt í skjáttuni: Nissen flytter med! Fyri tað kanst tú vera á norðpálinum ella á Stóru Dímun. Tað ber illa til at renna undan sær sjálvum..

Hvat dámar tær í Danmark?
Mær dámar stak væl. Lands­lagið er vakurt og fjølbroytt. Fólk­ið er dámligt, blíð og lag­alig. Harafturat hava tey van­liga fastari reglur fyri avtalum, æt­l­­anum og slíkum, sum fær mangt og hvat at falla lættari.

Hvussu er mentanin í Danmark?
Mangan undrist eg á hvussu lík vit er dønum á mangan hátt. Danir hin vegin billa sær inn at stórur munur er á stór­býnum og smæru býunum. Men munurin er ikki so stórur. Tí­verri kunna nøkur hava lyndi at halda, at tey “alene vide”, men skjótt koma hesi eftir, at onnur duga eisini. Dan­ir eru dugnafólk í mongum lut­um, kreativ, hava áræði og ar­beiðs­som. Tær góðu tíðirnar eru tó ikki altíð góð andlig føði.

Hvussu er við málinum – tosar tú flót­andi danskt?
Danska málið er so væl mýkt og smidligt at brúka, at tað er ein stuttleiki. Undri meg tó yvir, hvussu ótrúliga lætt­liga nýmótans ensk orð troka vanlig og góð donsk orð av, serstakliga navnorð. Eg tosi málið flótandi, men út­tal­an kundi verið betri – hon er heldur ikki vorðin betri eft­ir ellivu ár í føroyskum um­hvørvi her niðri. Málsligur dov­in­s­kap­ur, tí tað gongur við tí mál­i­num, eg brúki.

Hvussu er maturin í Danmark?
Løgið sum alt er broytt tey síðstu 10 árini. Matstovur av øllum slag, matúrval til all­ar gómar og prísir, sum eru at gjalda. Danskur matur er góður, og mangan er dygdin í topp. Altíð ertó onkur, sum loypur split í dansin. Í hvussu er, er úrvalið so rúgvumikið, at tað skal vera undarligt, um ikki mangt og hvat fellur tær væl: kálv­akjøt, turr reyðspørðka, pizza, sushi - you name it.

Hvussu er veðrið í Danmark?
Sumnmarveðrið við terra, sól og lýðveðrið er vælsignað. Vetr­ar­veður við kava tað sama – men tað er vorðið forkunnugt veð­u­rlag. Ráveðrið og surkið, sum mangan er fram móti jól­um, er súrligt og mangan vátari enn regnið heima. Tað er sum hesin ráin fer gjøgnum heilt.

Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Upprunaliga var ætlanin at vera tvey ár niðri. Nú havi eg verið tjúgu ár í hesum um­fari. Áður havi eg búð fýra ár í Odense og trý ár í Oslo. Í huganum eri eg mangan heima: á Vaglinum, í Leir­víks­túni, undir Svartafossi. Hugurin er bústaður mín. Tó jú, eg vildi feg­in flutt heim til Føroya og havt mangt og hvat at tikist við har. Men á flatlondum búgvi eg saman við konuni á 39. ári, eigi trý vaksin, ágrýtin børn og fimm abbadreingir – og hvat kann býtast um við fimm abb­a­dreingir – men tveir teirra flyta vist heim til várs, so...

Kennir tú teg enn sum Leir­vík­ing, ella ert tú vorðin Keyp­mann­a­havnari?
Hvat er ein leirvíkingur? Hitti gomlu Honnu eitt kvøldið í Leirvíkstúni. Hon helt tað mest sum vera skomm av sær at ganga úti. Eingin annar var at hitta uttandura. Tað má eg eis­ini mangan ásanna, at skal eg hitta ein leirvíking, skal eg banka uppá onkunstaðir og vita, um onkur leirvíkingur er inni. Løgið, tí fáur eigur so vak­urt landslag sum Leirvík við Vík og Kálvadali. Men innandura eru tey. Tó ikki at gera teimum ó­rætt, føroyingar flest eru innandurafólk.
Sigi sum danir eitt sindur um­skrivað: “Í Leirvík er jeg født, der har jeg hjemme.” Leir­vík­ing­ur við húð og hár, men kanska mest í hugans heimi. Barna- og ungdómsbygdin er ikki at kenna aftur. Tó er hend­an bygdin mín heimbygd, mín heimstaður, eigur mín tokka fram um aðrar. Tað tek­ur tó einki frá Helsinge og Keyp­mannahavn. Har havi eg av lagnunnar speisemi valt at búgva, tí skula tey eisini eiga mín tokka. Tað ber til at velja kærleikan, men ikki ástina.

Nú gevst tú sum leiðari í Føroyahúsunum – Hvat fer Martin Fjallstein at takast við nú?
Hevði hann bara vita! Allir gluggar eru latnir upp. Men fyrst ræður um at fáa húsið undir nýggja og góða leiðslu. Tað verður avgjørt hendan mán­aðin. Sjálvandi ímyndi eg mær eitt og annað. Okkurt sum bæði er frítíð og arbeiði mítt. Soleiðis havi eg tað best. Skriva greinastubbar, siðsøgu, kanska arbeiða við eini tveim­um bóklingum, kanska hava eitt lítið firma við ymsum tæn­astum og sølulutum, vera ferð­a­leiðari, hava nakrar lær­a­r­a­tímar, fara undir onkran lestur, smíða og mála.... Hug­ans­heimur er tollfríur Eg eri til dystin fús..

Hvussu hevur tær dámt at verið leiðari í Føroyahúsinum?
Hini av leitt meg. Tey hava ver­ið góð við meg, stuðlað mær, eggjað meg, takkað mær. Kann tað vera betri. Sjáldsamt sum mong fólk hava víst mær álit, beinasemi og borið í bøtuflaka, um okkurt var – so vóru eplini kortini góð! Mær hevur dámt væl – stundum sera væl. Húsið er vorðið ein part­ur av mær sjálvum – ella sum onkur sigur: húsið hjá Martin. Fyrst og fremst er hús­ið hús før­oyinga her á leið, sum mær hevur ver­ið litið til at røkja og fjálga um. Eg havi roynt eftir førimuni, og náddi meira, tí so mong tóku undir og lyftu við mær.

Hvønn týdning hevur Føroyahúsið fyri okkara útisetar?
Stundum er húsið sum sjó­mans­kirkja. Tað er har. Tað er okkara hús. Húsið er kortini meira enn tað, um til ber at siga so. Tað er ein pallur hjá fólki innan list, tónleik, sang, sjónleik, mat­stað­ur, fundarstaður og til dag­dvølju. Harafturat hevur hús­ið verið sjónligt føroyskt andlit í býnum við upplýsing, fyri­lestr­um, mentanarnáttum og viðmerkingum. Eg man hava verið í flest øllum fjøl­miðl­u­num hesi árini. Eitt lítið ynski til útisetar: Sigið ikki so sum trendurin er í dag: hvat kann húsið gera fyri tykkum. Sig­ið heldur sum Kennedy gubbi: Hvat kann eg og tú gera fyri húsið komandi árini. So verð­ur stuttligt at vera leiðari í Før­oy­a­hús­i­num næstu árini.

Navn: Martin Fjallstein

Føddur: 8. oktobur 1946

Føðisstaður: Leirvík
Besti matur –

Føroyskur: Góður ræst­ur fiskur við spiki og epl­um

Útlendskur: “Indiskur døg­verði”, sum ein mað­ur av Sri Lanka lærdi meg at gera

Útbúgving:
Lær­ari og lestrarár innan guð­frøði og lívfrøði
Starv: leiðari, áður fólka-, eftirskúla- og háskúlalærari
Motto: Tað blíðkar fyri hugaðum fólki.