Titanic-framleiðarin Jon Landau er deyður - 63 ára gamal

Jon Landau, sum framleiddi "Titanic" og "Avatar" saman við heimskenda leikstjóranum James Cameron, er deyður.

Jon Landau hevur framleitt tríggjar av teimum fýra mest inntøkugevandi filmunum nakrantíð. (Savnsmynd). - Mynd: Mikael Tran/Ritzau Scanpix

Oscarvinnandi filmsframleiðarin Jon Landau er deyður 63 ára gamal.

Familja hansara boðaði frá hesum leygardagin, skrivar tíðindastovan AP sunnudagin.

Sambært amerikanska miðlinum Variety doyði Landau fríggjadagin av krabbameini.

Landau hevur verið við til at framleiða tríggjar av teimum fýra mest inntøkugevandi filmunum nakrantíð.

Talan er um filmarnar "Avatar", "Avatar: Vegurin til vatn" og "Titanic".

Hann hevur gjørt teir í samstarvi við filmsleikstjóran James Cameron, sum sambært Variety hevur viðmerkt deyða Landau.

- Eg havi mist ein kæran vin og mín nærmasta vinnufelaga í 31 ár. Ein partur av mær er rivin burtur, sigur Cameron leygardagin.

Landau var føddur í amerikanska statinum New York 30. juli 1960. Bæði foreldur hansara vóru filmsframleiðarar.

Í áttatiárunum gjørdist hann framleiðsluleiðari, og næstu árini vann hann sær longur fram og gjørdist filmsframleiðari.

Í 1998 fingu Landau og Cameron Oscarvirðislønina sum besta mynd fyri "Titanic". Hann hevur verið tilnevndur til Oscar-virðisløn fleiri ferðir í yrkisleið síni.

Landau hevur eisini framleitt filmar sum "Alita: Bardagaeingil", "Solaris" og "Campus Man".

Hann letur eftir seg konu sína Julie Landau, sum hann var giftur við í næstan 40 ár. Saman fingu tey tveir synir, Jamie og Jodie Landau.

 

/ritzau/

 

Jon Landau hevur framleitt tríggjar av teimum fýra mest inntøkugevandi filmunum nakrantíð. (Savnsmynd). - Mynd: Mikael Tran/Ritzau Scanpix