Nú hava tjóðveldisfólk í fleiri vikur júkað um, hvussu nær livið undir heimastýrislógsins oki hevur ført okkum at einum sjálvstøðugum Føroyum.
Ein hevur aftur og aftur sæd hetta lítla gloppið ímillum tummulin og fremsta fingur á tjódveldismonnum,sum myndlýsing av hvussu nær vit eru loysingini.
Eitt paradoks!
Tjóðveldisfólk hava nú í áravís, ferð eftir ferð, sagt at heimastýrisskipanin var óbrúkilig, og ongantíð kundi føra okkum til einar sjálvstøðugar Føroyar.
Nú júka teir upp i saman um hvussu nær vit eru fullveldinum!
Høgni, Sirið, Annita og onnur tjóðveldisfólk: Hvussu kann ein skipan bæði vera óbrúkilig ,og samstundis føra okkum inn í tykkara lovaða tjóðveldisland?
Ómøguligt!
Nei er sannleikin ikki at vit mugu viðganga at orðini hjá Atla Dam vóru røtt: “Heimastýrislógin røkkur heilt at loysingini”
Hvussu nógv ið manglar í at vit gerast sjálvstøðug tjóð, ána hvørki Høgni ella nakar annar.
Í 2000 helt Høgni at vit vóru klárir at loysa,men hann tók so hjartaliga feil.
Hann fer eisini skeivur hesa ferð.
Tað er væl eisini tí at tjóðveldi bert stendur til at fáa 18% av atkvøðunum.
Nei lat okkum halda fram undir núverandi skipan - og sjálvandi undir Kavnaðarfloksins leiðslu - til málið er búgvið at leggja fyri Føroya fólk.
Ikki tí, heldur ikki tá fari eg at atkvøða fyri loysingini.
Tí eg leggi mær í geyma orðini hjá pápa mínum, P.M.Dam: Heimastýrislógin er fagrasta blað í Danmarkar søgu og besta trygdin fyri veruligum lívsfrælsi.