Hetta er galdandi fyri næstan allar. Norðmenn, sviar, finnar, danir, grønlendingar og álendingar. Teir kenna dagsins politikk og tað kollsigldu fullveldisætlanina vegna tvørrandi undirtøku í fólkinum.
Tveir bólkar hava tó lítið og einki skilt. Tann vinstrasosialistiski bólkurin har Høgni Hoydal kennir seg heima í og so limir í tí íslendsku sendinevndini. Teir tykjast at halda, at ein veldigur meirluti er fyri loysingini, og at danir ikki eru at tosa við. Tað var eisini íslendarin Steingrim Sigfusson frá vinstrasosialistunum, sum á ársfundi í Reykjavík á heysti 2000 royndi at draga fullveldismálið inn í Norðurlandaráðið, men tað fekk eg sett ein stoppara fyri.
Høgni Hoydal hevur roynt at bilt donskum avíslesarum inn, at yvir 70% av føroyingum ynsktu loysing. Hetta vóru so grov ósannindir, at eg ikki væntaði, at tey kundu yvirgangast. Men eg bleiv klókari.
Ein vinmaður gav mær eina grein, sum hevðí staðið í tí íslendska Morgunblaðnum 16. januar í ár. Hon stendur her á síðuni í umsettum líki. Sosialurin og undirritaði hava upprunagreinina, og hon kann eisini lesast á bókasavninum. Hvat er endamálið, at lúgva so grovliga fyri fólki, sum ikki kann eftirkanna slík tíðindir.
Sambært Dimmalætting 23. februar segði Anders Fogh Rasmussen statsministari í Fólkatiginum nú um dagarnar: "Hatta orðaskiftið hoyrir heima í Føroyum, og trupulleikin eigur at verða loystur í Føroyum. Tórbjørn Jacobsen eigur ikki at gera Fólkatingið og stórnina til trupulleikan. Hann kann reka sítt kríggj í Føroyum heldur enn í Fólkatinginum."
Sum eitt slag av modernaðum talibanum, sum hava tapt tað nationalistiska slagið í heimlandinum, føra tjóðveldismenn eitt verbalt kríggj uttan fyri landamark. Tað er lítið virðiligt, og tað er ótrygt at lata okkara framtíð í teirra hendur.
Men gerið tykkum nú tann beina at lesa ta íslendsku greinina, sum byggir á upplýsingar frá Karsten Hansen landsstýrismanni, og metið sjálvi um trúvirðið.
_________________________
Morgunblaðið 16. januar 2002:
Karsten Hansen fíggjarmálaráðharri Føroya á almennari vitjan í Íslandi:
Nú stundar til føroyskt sjálvstýri
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri Føroya, sigur at verður farið undir at útvinna olja á føroyskum landgrunni so at vinningur kemur burtur úr, er hugsandi at Føroyar gerast sjálvstøðugar innan fýra ár.
Karsten Hansen og kona hansara Gullbritt Hansen komu til Íslands í fyrradagin við fylgi, boðin av Geir H. Haarde fíggjarmálaráðharra, sum tók við líknandi innbjóðing til Føroya í fjør summar. Ráðharrarnir hava síðani tosað saman um ymisk felags mál, og kunnað hvønn annan um búskaparmál og skattamál.
Fyri knøppum ári síðani samtykti meirilutin í løgtinginum, sum stendur aftanfyri føroyska landsstýrinum ? Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ? uppskot landsstýrisins um "sjálvsstýri føroyska fólksins" og verður tað sett í ver, gerast Føroyar fullveldis ríki.
Karsten Hansen sigur, at tað stendur væl til í føroyska landskassanum, og seinastu árini hevur verið møguligt at leggaj eina fitta upphædd til síðis. Danski fíggjarligi stuðulin til føroyska landskassan var 980 milliónir dkr. í fjør (knappar 12 milliardir íslendskar kr.), men av hesum settu føroyingar 630 milliónir dkr. í ein varagrunn. Sama var gjørt trý ár frammanundan. Fíggjarligi studningurin eigur nú at minka stigvíst, og er hann umleið 35% minni í ár enn í fjør, ella um 630 milliónir dkr.
Í farna ári funnu menn olju í føroyskum øki. Karsten Hansen sigur serfrøðingar meta at oljan kann útvinnast og at tað kann byrja innan trý ár. Verður hetta so, skundar tað undir lyftini um føroyskt sjálvstýri. Landsstýrið hevur víst at tí hevur ikki tørvað meir enn ein lítlan part av fíggjarveitingini úr Danmark seinastu fýra ár, og verður vinningur av oljuframleiðslu, kemur hann í staðin fyri hesa veiting. Hann ásannar at góðar tíðir eru í Føroyum. Har er eingin inflatión, og umleið 85% av íbúgvunum vilja sjálvstøðu frá Danmark, men summir stúra fyri at føroyingar ikki kunnu vera fíggjarliga studningin frá dønum fyri uttan.
Føroysku gestirnir vitjaðu íslendskar fyritøkur og stovnar í gjár, og í dag fundast Karsten Hansen við tollstjóran í Reykjavík. Vitjanin endar í morgin.