Tjaldur fast í botni

Við sigrinum sunnudagin tryggjaði Neistin sær, at botnplássið ikki longur er aktuelt, so har verður Tjaldur nú verandi, til kappingin er av.

Tað var bara ta allarfyrstu løtuna, at tað var javnt í botndystinum í høllini á Hálsi sunnudagin, tá Neistin tók móti Tjaldri. Tá tíggju minuttir vóru farnir, var munurin blivin fýra mál, og hann bara spakuliga vaks allan dystin.
Fimm mál vóru á muni í hálvleikinum, men beinanvegin eftir steðgin gjørdu tær bláu ein vørr, so tær í grundini ikki vóru til at fáa aftur. Neistin hevði somuleiðis restina av dystinum fult tamarhald á øllum, og vann sær tí at enda ein tryggan sigur.
Støðan í sjálvum sær er ikki sørt óvanlig hjá Neistanum, tí í roynd og veru merkti sigurin, at Neistin hevur tryggjað sær at sleppa frá vandanum at enda á aftasta plássi.
Tað plagdi annars at vera í hinum endanum á stigatalvuni, at stóru sløgini hjá Neistanum stóðu?
At tað kortini kann vera so skjótt, at tað gongur hinvegin aftur, eru VB og Stjørnan vælsaktans bestu dømini um í vetur, tí upprunaliga gingu bæði feløgini við tí í tonkunum, at frægast mundi vera at taka seg úr kappingini vegna fólkatrot.
Um hugsað verður um yngra tilfeingið hjá Neistanum, so skuldi okkurt verið á veg, ið kundi beint fyri oyðimarkargongdini, hetta kappingarárið í løtum hevur líkst mest.
 
Mansverja gav einki
Skuldi úrslitið kanska tala fyri seg, so fingu áskoðararnir í øllum førum sjón fyri søgn, tí talan gjørdist ongantíð um ein dyst, ið líktist øðrum enn einum botndysti millum tey bæði liðini, sum higartil hava staðið seg ringast í kappingini.
Allan dystin valdi Tjaldur at mansverja Simona Dziugyte, men tað vísti seg at gerast eins stórur fyrimunur fyri Neistan, ið hevði munandi betur tak á opna spælinum og plássinum, ið komst av, at tveir spælarar soleiðis vóru bundnir alla tíðina.
Og í seinna hálvleiki fekk Neistin ferð á síni skjótálop, ið góvu heilt fitt av málum av sær. Hetta var nakað, ið annars ikki riggaði so væl í fyrra hálvleiki.
Tó skal Tjaldur heldur ikki gerast verri, enn tað var. Men ein orsøk til, at illa lá fyri at fáa nóg stóra úrtøku burtur úr dystinum, var at finna í Neista-málverjanum, Helenu Dam Poulsen, ið stóð ein góðan dyst og mangan tók broddin av málroyndunum hjá Tjaldri.
Tjaldur er nú isolerað í botninum við sínum trimum stigum, meðan tað hinvegin ber til hjá teimum í Neistanum at hyggja eitt sindur meira frameftir, tí við sínum ellivu stigum er Neistin bara tvey stig aftan fyri Kyndil og Stjørnuna, sum nú royna at jagstra StÍF fyri at fáa hendur á bronsuni.
Við VB og VÍF langt framman fyri hini og Tjaldri langt aftanfyri, hevur besta kvinnudeildin háttað seg soleiðis, at í miðjuni eru so hini fýra liðini, ið altso bara hava eittans medaljusettið at tráa eftir.
 
Dysturin í tølum
Neistin-Tjaldur 29-20 (16-11)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 5 (3), Súna Mørk 5, Rakul Augustinussen 4 (1), Ása á Neystabø 4, Mildrið Jacobsen 3, Jórun Ludvig 3, Christina Holm 2, Ata Høgnadóttir 1, Lív Sørensen 1
Tjaldur: Milica Ergic 7 (3), Oddvá Fossdalsá 5, Lenka Ribaric 4 (2), Kristine Ellingsgaard 2, Sonja Gleðisheygg 1, Mona Langgaard 1
Brotskøst: Neistiin 6, Tjaldur 7
Útvísingar: Neistin 4, Tjaldur 5Dómarar: Ragnar Simonsen og Hannis Wardum