Hetta er næsta føroyska apotekið, sum verður ISO 9001 góðkent. Hetta sigur landsapotekarin í tíðindaskrivi.
Ein ISO 9001 góðkenning er greining av krøvum til góðskustýringarskipan, sum er ásett av altjóða felagsskapinum International Organization for Standardization. Fyri at verða góðkend krevst, at virkið kann prógva, at tað hevur førleika at framleiða eina vøru, sum lýkur ávís krøv.