Í hesi vikuni hava blaðungir fótbóltsspælarar fingið boð um fyrstu landsliðsúttøkuna, meðan aðrir sjálvandi eru vónbrotnir, tí tað hesa ferð ikki var pláss fyri teimum. Úttøkan er gjørd, eftir at nógvir spælarar hava verið til venjingar saman við venjarunum.
Tað eru Eli Hentze og Mathias Davidsen, U15-landsliðsvenjarar, sum hava sent boð eftir átjan spælarum at koma við til Aberdeen, har U 15 landsliðið skal taka lut í kappingini, sum liðið seinatsu nógvu árini hevur luttikið í.
Teir, sum hava fingið boð um, at teir skulu við U-15 landsliðnum til Aberdeen, eru: Tummas Juul Thomsen, Søren Samuelsen, Hallur Hansson, Ludvík Súnason, Jógvan Rói Davidsen, Jógvan Ólavsson og Jógvan Skel, HB, Teitur Gestsson, Sørmund Kalsø, Ivan Joensen og Helgi Samson, KÍ, Bárður Hansen, GÍ, Brynleif Hansen, EB/Streymur, Andrias Eriksen og Eli Falkvard Nielsen, FS Vágar, Heini Vatnsdal, VB, Remi Langgaard, NSÍ, og Gilli Sørensen, TB.
Farið verður úr Vágum 16. juli, og ferðalagið verður aftur í Føroyum 23. juli. Nú fríggjakvøldið skal liðið spæla á Varmakeldustevnu í Fuglafirði, og leygardagin verða tvær venjingar í Havnini -kl. 9 og kl. 14.