Tjóðartekur fyrsta jarnbreytarfelagið

La­bour-stjórn­in hjá bretska for­sæt­is­ráð­harra­num, Keir Starm­er, helt eitt av sín­um val­lyft­um í nátt, tá stat­ur­in yv­ir­tók ogn­ar­rætt­in og rakst­ur­in av økis­jarn­breyt­ar­fel­ag­num South West­ern Rail­ways.

Staturin eigur nú South Western Railways, og skjótt fara tokini at koyra undir navninum "Great British Railways". - Mynd: Neil Hall/Ritzau Scanpix

- Dagurin í dag er ein merkisløta í okkara arbeiði at geva jarnbreytina aftur til ferðafólkini, segði samferðslumálaráðharrin Heidi Alexander.

South Western Railways er tað fyrsta av níggju privatum feløgum, sum eftir ætlan skulu tjóðartakast komandi árini - ella fyrr, um núverandi eigararnir ikki levera nøktandi rakstur.

Tey næstu í røðini eru C2C og Greater Anglia, sum eins og onnur feløg kortini halda fram undir navninum Great British Railways.

 

Ritzau/AFP

 


 

 

Staturin eigur nú South Western Railways, og skjótt fara tokini at koyra undir navninum "Great British Railways". - Mynd: Neil Hall/Ritzau Scanpix