Tjóðpallur Føroyar hevur í dag 10 ár á baki, og til ein føðingardag hoyra sjálvandi gávur.
Størstu gávuni í dag komu Bjørn Kalsø og Heðin Mortensen við.Tann fyrri hevði pengarnar og tann seinni hevði grundøki, staðseting og skitsu alt klárt.
- Hesi 10 árini hjá Tjóðpallinum hava ikki verið nakar dansur á rósum. Játtanin hevur verið sera avmarkað, tó at tit hava dugað ótrúliga væl at fáa sum mest burturúr. Sum áskoðarar hava vit fingið hópin av leiklistaligum upplivingum á allar hægsta stigi, bæði av altíð viðkomandi útlendskum leikum og nýskrivaðum føroyskum leikum, til børn og vaksin, gamans og álvara, eins og at Tjóðpallurin hevur dugað væl at stuðla undir nógvar aðrar listaligar og mentanarligar verkætlanir her í býnum og kring landið.
- Tjóðpallurin hevur hesi árini prógvað sítt tilverugrundarlag, tað kunnu vit sannførandi staðfesta. Hetta hevur alt verið nokkso nógv uppá tross – tað hevur eisini verið uppá tross, tá ið vit hugsað um trongu hølisviðurskiftini her á Meiarínum, segði Heðin Mortensen, áðrenn hann avdúkaði staðsetingina av nýggja Tjóðpallinum.
- Sjálvur meti eg hetta vera eina ta størstu staðsetingaruppgávu, sum vit í kommununi hava havt, júst tí, at talan er um eitt tjóðleikhús – eitt livandi mentanarhús til okkum allar føroyingar.
- Tjóðpallur Føroya verður staðsettur á Skálatrøð. Nýggja tjóðleikhúsið kann verða uml. 3.000 fermetrar stórt við stórum palli við plássi til umleið 200 áskoðarar umframt øðrum pallum, café, verkstaði v.m. og 22 metrar høgum palltorni, sum heilt vist verður eitt framtíðar býarmerki fyri Havnina, staðfesti Heðin Mortensen.