Arbeiðsrættur
? Vit ætla ikki at spara okkum at brúka fútarættin, skuldi høvi býðst.
Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at fútarætturin er eitt amboð, sum teir privatu arbeiðsgevararnir ætla at sær at brúka, skuldi ósemjur tikið seg upp á arbeiðsmarknaðinum, sum krevja tað.
Sostatt er tað greitt, at tá ið Landsstýrið nakrar ferðir í seinastuni hevur lagt ósemjur á arbeiðsmarknaðinum fyri fútarættin, hevur almenni arbeiðsgevarin samstundis lagt lunnar undir eina nýggja siðvenju á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tí Vilhelm Johannesen viðgongur, at fútarætturin er ein møguleiki, sum teir ikki áður hava hugsað um í sambandi við ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
?Tað er avgjørt ikki av erkvisni, at vit ikki hava brúkt fútarættin í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at siga tað sum tað er: Ongin hevur hugsað um tað fyrr og tað er ikki so langt síðani, at vit hava varnast hendan møguleikan, sigur hann.
Men hann ivast ikki í, at nú hesin møguleikin er til staðar, fara teir privatu arbeiðsgevararnir eisini at brúka hann, skuldi støðan kravt tað.
--?Taka ósemjur seg upp, er tað ongin ivi um, at vit fara at spæla við teimum stóru kortunum. Fútarætturin er ikki ein møguleiki, vit høvdu spart. sigur hann
Vilja hava arbeiðsrætt
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað, at mál verða løgd fyri fútarættin, er ein avleiðing av, at vit ikki hava arbeiðsrætt í Føroyum.
Og hann skilir ikki, hví vit ikki skulu hava ein slíkan í Føroyum. Hann sipar til, at aðrastaðni hava tað verið fakfeløgini, sum hava gingið á odda fyri at fáa arbeiðsrætt.
Fakfeløgini siga, at allir dómarnir í einum arbeiðsrætti ganga teimum ímóti at at slíkir rættir tískil einki annað eru enn amboð hjá arbeiðsgevarunum?
? Eg haldi at tað er ov langt úti at kalla dómstólin partískan, tí tað er ein so grundleggjandi stovnur í okkara samfelag.
Men ein sum tapir mál eftir mál í rættinum, kann eisini spyrja seg sjálvan um tað í veruleikanum ikki er hann, sum hevur órætt.
?Tað eru eisini nógv dømi um, at dómar ganga Føroya Arbeiðsgevarafelag ímóti, so tað gongur báðar vegir
Hann sigur, at arbeiðsrættur er heilt einfalt ein spurningur um at hava skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
?Vit mugu hava skipað viðurskifti, hvussu ein ber seg at ímóti hvørjum øðrum. Og tað er heldur ikki rætt at tað skal bera til at leggja arbeiðið niður, óatalað, uttan at hava lógligan rætt til tað.
Vilhelm Johannesen heldur ikki, at ein víðkaður gerðarrættur loysir uppgávuna, tí teir arbeiða alt ov seint og eru fullkomiliga óegnaður at loysa ósemjur, sum krevja skjóta avgerð.
Tað er heldur ongin ivi um, at í gerðarrættinum er tað tann eini dómarin, sum hevur avgerðina, tí tað er óhugsandi, at umboðini hjá arbeiðsgevarunum fara at halda við fakfeløgunum og øvugt.
Tískil mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis til, at spurningurin um arbeiðsrætt verður tikin uppaftur.
Hann sigur, at arbeiðsrætturin viðgerð bara mál um sáttmálabrot og ósemjur um hvussu orðingar í sáttmálanum skulu skiljast og slíkt eigur ikki at føra til tiltøk, tí vit hava friðarskyldu,t á ið sáttmáli er undirskrivaður. Og so leingi, ongin arbeiðsrættur er, er heldur ongin ivi um, at fútarætturin fer at verða brúktur, leggur hann afturat.