Vinnudagur 06
Enn ein vinnudagur er lagdur aftur um, og dómsnevndin hevur kosið Ársins virki 2006, sum gjørdist reiðaravirkið, Thor í Hósvík og Ársins átak 2006, sum gjørdist Vinnuvitan.
Út við 400 fólk vóru á Vinnudegnum í ár, sum er fleiri enn nakrantíð áður.
Eydnaðist væl
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at nú Norðurlandahúsið hevur fingið nýggjar stólar, eru fleiri sitipláss í húsinum, og tí kundu tey taka imóti fleiri fólkum hesaferð enn áður.
- Jú, eg haldi, at alt gekk væl, og at dagurin sum heild eydnaðist sera væl.
Hann sigur, at "konseptið" fyri dagin hevur verið tað sama øll árini, har Ársins virki og Ársins átak verða kosin, og síðan hevur ein røð verið av fyrilestrum, sum teir flestu á ein ella annan hátt hava snúð seg um leiðslu.
- Eins og undanfarin ár, vóru flestu luttakararnir á degnum í ár vinnulívsfólk, og síðan vóru eisini umboð fyri ymisk ráð, sum hava við vinnuna at gera, eitt nú vinnumálaráðið og fiskimálaráðið.
Eftirmeting
Jan sigur, at Vinnuhúsið plagar at venda sær til nakrar av luttakarunum nakrar dagar eftir, at Vinnudagurin hevur verið.
- Síðan verður skipað fyri einum eftirmetingarfundi millum stigtakarar og nøkur vitjandi. Tá verður tosað um, hvussu tiltakið eydnaðist, eins og fólk hava høvi at bera fram síni sjónarmið um dagin og somuleiðis koma við hugskotum um, hvussu dagurin kann gerast uppaftur betri.
Hann sigur, at ætlanin er eisini at skipa fyri einum slíkum eftirmetingarfundi í ár.
- Karmarnir um dagin liggja í rímiliga fastari legu, men fáa vit góð hugskot um, hvussu tiltakið kann gerast uppaftur betri, taka vit tey fegin til eftirtektar, sigur Jan.
Hann vísir á, at stigtakararnir royna at leggja onkur "yvirraskilsir" inn í skránna fyri dagin, sum kunnu snúgva seg um smá tema.
Onkur stór "kanón"
Á veitsluni, sum var á Hotel Føroyum eftir sjálvan Vinnudagin, segði Jan Mortensen, at stigtakararnir fara at arbeiða við at fáa okkurt stórt navn higar at halda fyrilestur til dagin komandi heyst.
- Ja, eg nevndi til stuttleikar í røðu míni, at vit kundu hugsað okkum at fingið eitt navn sum Bill Clinton ella onkran av hansara "kaliber". Um hetta er møguligt, vita vit ikki. Bill hevur nýliga verið í Danmark og hildið fyrilestur fyri vinnulívsfólki, men vit hava skilt, at prísurin var ógvuliga høgur. Um hetta yvirhøvur letur seg gera fíggjarliga í Føroyum, vita vit ikki. Tað verður helst lættari sagt enn gjørt, men vit fara at royna, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Jan Mortensen sigur, at fyrireikararnir fara at leggja seg í seðlan fyri at fáa onkra stóra "kanón", sum hann tekur til, higar til lands komandi heyst.
- Vit ætla at hava okkurt nýtt og øðrvísi til Vinnudagin komandi, sigur hann.
Ymiskir fyrilestrar
Stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at fyrilestrarnir, sum vóru á Vinnudegnum hesaferð, vóru fjølbroyttir og áhugaverdir, og hann heldur, at teir dekkaðu evnið, sum í fyrsta lagi er leiðsla, rímiliga væl.
- Men tað vil altíð vera individuelt, hvat fæst burtur úr slíkum fyrilestrum. Summi hava hoyrt okkurt av tí, sum sagt verður, áður, og fyri onnur er tað, sum borið verður fram, ikki hoyrt áður, sigur hann.
Á Vinnudegnum vórðu fyrilestrar hildnir bæði av føroyingum og útlendingum.
Guðfinna S. Bjarnadóttir, stjóri á Lærda Háskúlanum í Reykjavík, helt fyrilestur um "leadership in an ever changing enviroment", og Jan Ziskasen, stjóri í Kraft Foods, helt fyrilestur um leiðsluroyndir. Haraftrat helt Emilia van Hauen, samfelagswfrøðingur og leiðsluráðgevi, fyrilestur á Vinnudegnum.
Góð veitsla
Jan Mortensen sigur, at veitslan, sum var á Hotel Føroyum seinni um kvøldið, eydnaðist væl.
- Út við 350 fólk vóru á veitsluni, sum varð hildin í góðum hýri og við nógvum røðum.
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at tey vóru mong, sum serliga heilsaðu reiðaravirkinum, Thor, fyri heiðurin sum Ársins virki 2006.