Fiskaflutningur
Nú er ætlanin at fara undir regluliga flugving við fiski ímillum Føroyar og umheimin.
Atlantsflog er komið væl áleiðis við ætlanin at skipa regluligan farmaflutning við flogfari ímillum Føroyar og umheimin.
Og Magni Arge, stjóri í flogfelagnum, sigur, at ætlanin er at byrja longu tiðliga í heyst.
Hann sigur, at høvuðsdenturin fer at vera lagdur á at flúgva við feskum fiskavørum úr Føroyum til marknaðin í Evropa.
Sostatt er tað mangt sum bendir á, at eitt høvuðsynski hjá føroysku fiskivinnuni er í ferð við at verða gingið á møti.
Seinastu tíðina hava fiskaseljarar aftaná fiskaseljarar gjørt vart við, at tað, sum er mest avgerðandi fyri fiskivinnuna, er, at betri samband fæst ímillum Føroyar og umheimin so at tað ber til at fóðra marknaðin við spillfeskum fiskavørum so at siga dagliga.
Tað allarbesta hevði verið at fingið regluligan fiskaflutning við farmaflogfari, hava fiskaseljararnir sagt.
Hetta hevur Atlantsflog tikið til sín og seinastu tíðina hevur føroyska flogfelagið miðvíst arbeitt við eini roynd at fáa ein slíkan farmaflutning ílag.
Og Magni Arge sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir farmaflutningin longu í heyst.
Tá skuldi í hvussu so er Atlantsflog verið til reiðar.
Spurningurin er kanska um fiskaútflytararnir verða til reiðar, hóast teir hava tvíhildið um, at hetta er einasta gongda leiðin.
Bindandi avtalur
Magni Arge sigur, at skal Atlantsflog undir eina slíka flúgving, verður tað neyðugt at fáa bindandi avtalur við fiskaseljarar um farm, so at at trygd fæst fyri, at flogfarið tær nóg mikið av farmi, tí annars fara endarnir ikki at røkka saman.
? Tað kostar næstan líka nógv at flúgva við farmi, sum tað kostar at flúgva við ferðafólki og tí er neyðugt at hava trygd fyri at flogfarið hevur vøru at flúgva við- helst báðar vegir.
Hann sigur, at felagið hevur verið í sambandi við onkrar fiskaseljarar og teir hava stóran áhuga fyri at gera eina roynd.
Men eitt er at flyta fisk úr Føroyum til útheimin. Skal ein tílík loftvegis farmaruta bera seg, verður tað neyðugt at flogfarið eisini fær vøru at flúgva heimaftur við.
? Meiri vøru, flogfarið fær at flúgva heimaftur við, bíligari verður tað samanlagt og bíligari verður tað sostatt eisini at flyta fiskin úr Føroyum.
Og her kann ein trupulleiki stinga seg upp.
?Fiskurin, sum skal úr Føroyum, skal helst til Bretlands, Týsklands ella onkra aðrastaðir á meginlandið í Evropa.
? Hinvegin kemur at kalla allur okkara innflutningur úr Danmark. Sostatt verður tað ein avbjóðing at kunna tæna fiskivinnuni best møguligt og samstundis úvega flogfarinum farm at at flúgva heimaftur við, sigur stjórin.
Ein millumloysn kundi verið at flogið til Danmarkar við fiskinum, so at hann fór víðari við bili, ella við jarnbreytini, so at flogfarið kundi fingið farm heimaftur við.
Alt hetta eru møguleikar sum Atlantsflog kannar í løtuni.
Flogvøllurin er ikki forðing
Stjórin sigur, at verður farmaflutningurin settur í verk, fer Atlantsflog at leiga eitt flogfar til endamálið.
Hann sigur, at endamálið verður at leiga eitt flogfar, sum helst er av sama slagi sum tey, ið felagið hevur frammanundan.
Tað hevur stóran dýdning fyri raksturin at flogførini eru so lík sum gjørligt, bæði fyri ta teknisku deildina og fyri útbúgvingina av starvsfólkinum o.s.fr.
? Men hepnast hendan royndin, kunnu vit í longdini umhugsa at keypa eitt farmaflogfar.
Magni Arge sigur, at farmaflogfør av hesum slagnum taka eini 9-10 tons av farmi og tað halda fiskaútflytarar er ein hóskandi nøgd.
Hann sigur eisini, at flogvøllurin í Vágum er ikki forðingin fyri at fara undir eina slíka farmaleið.
? Hetta letur seg væl gera við flogvøllinum, sum er. At brúka flogvøllin sum umbering fyri ikki at flyta fisk út við flogfarið er undanførsla. Hetta er nógv meiri ein spurningur um at tryggja, at eitt flogfar hevur nóg mikið at flúgva við, enn tað er ein spurningur um flogvallarviðurskiftini, sigur stjórin í Atlantsflog.
Hann sigur eisini, at endamálið er at gera hesa nýggju farmarutuna uttan stuðul frá tí almenna, tí hann ivast í, hvussu heppið tað er við almennum stuðuli.
? Kann tað gerast undir vanligum marknaðartreytum, hevði tað verið tað besta. Letur tað seg ikki gera, má onkur annar meta um, antin tað er rætt at lata ein ávísna almennan stuðul, fyri at fáa eina slíka ætlan á føtur, sigur Magni Arge.
Magni Arge leggur afturat, at Atlantsflog hevur áður kannað møguleikarnar fyri at skipa eina slíka farmaleið, men tá hava útflytarar ikki verið áhugaðir fyri at gera bindandi avtalur um flutning.
? Men nú tykist tað sum um at støðan er vend og nú tykjast útflytarar at vera meiri áhugaðir fyri at gera slíkar bindandi avtalur.