Ætla at verða fullmannað næsta ár

Ætlanin er at næsta ár skal vera eitt rættiligt frambrot fyri fólk við demensi

Gongst sum ætlað, verða tríggir demenssamkiparar settir afturat næsta ár. Tað upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísti á, at næsta ár eru bara 1,3 milliónir settar av til demensøkið. Tað helt hann ikki vera nógv at reypa av, og tí vildi hann hava frá Landsstýriskvinnuni hvør ætlanin er á økinum.

 

Herfyri var Tórmóur Stórá, leiðandi yvirlækni á psykatrisku deild á Landssjúkrahúsum, rættiliga hvassorðaður, tá ið hann umrøddi politikkin hjá samgonguni á økinum.

 

Hann vísti á at fólk við demensi eru gloymsk, men í Føroyum eru eisini bæði goymd og svikin av politisku skipanini. Og hann vísti á, at tað er meiri peningur brúktur upp á kannað seyð fyri ridluskriða enn til at hjálpa fólki við demensi, og familjum teirra.

 

 

Les meiri her: Tey eru bæði gloymd og svikin

 

 

Sirið Stenberg sigur, at tað gevur ikki eina rættvísa mynd av støðuni at siga, at bara 1,3 milliónir, verða játtaðar til demsøkið næsta ár. Játtanin til demensøkið hevur verið fyri seg, men nú er tað eisini ein partur av játtanini til Landssjúkrahúsið.

 

Annars er ein demensætlan gjørd og eftir henni skuli fimm demenssamskiparar setast. Tveir eru settir og Sirið Stenberg sigur, st tíðliga næsta ár er ætlanin at seta tveir afturat. Og so verður leitað eftir fígging til tann fimta demenssamskiparan seinni í árinum, so at økið verður fullmannað við demenssamskiparum við árslok.