Ætlaðu at ræna norskt oljuboriskip

Herflotamenn úr Tanzania forðaðu í dag sjórænarum at ræna eitt norskt oljuboriskip úti fyri strondini í eysturafrikanska landinum Tanzania. Sambært myndugleikunum vóru sjórænararnir sjey í tali, og allir vórðu tiknir.

Felagið Ocean Rig of Norway, sum eigur tað 228 metra langa boriskipið Ocean Rig Poseidon, sigur, at boriskipið var 23 fjórðingar úr oynni Mafia, tá sjórænararnir royndu at ræna tað.

Tanaznisku myndugleikarnir siga, at herflotamenninir, sum verja skipið, róku álopsmenninar aftur og tóku teir til fanga. Einki verður sagt um, hvørjum landi álopsmenninir eru úr.