Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at avmarka siglingina við skjóttgangandi bátum aðrastaðni enn undir bjørgunum í Skúgvoy, Nólsoy og undir Mykinesi.
Tað staðfestur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum
Les eisini: Nú verður ólógligt at larma undir fuglabjørgum
Hon hevur sent avvarðandi pørtum eina kunngerð til hoyringar, har endamálið er at avmarka siglingina við skjóttgangandi bátum og vatnskutarum undir bjørgunum í Skúgvoy, Nólsoy og undir Mykinesi.
Men Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at hetta er bara at flyta trupulleikan aðrastaðir í landinum og tí spyr hann um ætlanin er at avmarka siglingina aðrastaðni eisini
Les eisini: Hetta er bara at flyta trupulleikan yvir á onnur
Skúgvoy, Nólsoy og Mykines eru vardar eftir altjóða Ramsarsáttmálanum og tað merkir, at serlig tiltøk skulu setast í verk fyri at verja náttúruna.
– Í øllum trimum oyggjunum varð mett, at rottan og sigling við skjóttgangandi bátum vóru størstu hóttanirnar móti fugli, sigur Sirið Stenberg.
– Tað kann hugsast, at skjóttgangandi bátar eisini eru ein trupulleiki aðrastaðni, men í fyrsta umfari havi eg tikið avgerð um at avmarka siglingina undir Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sigur Sirið Stenberg.
Men hon leggur afturat, at hon fer at kanna tær viðmerkingarnar, sum avvarðandi partar hava til málið.
– Ein avgerð um at avmarka siglingina til eisini at umfata aðrar oyggjar, skal sjálvandi byggja á sakligar grundgevingar. Men eru sakligar grundgevingar fyri hesum, eigur tað at vera gjørt, sigur Sirið Stenberg.
Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta tiltøk í verk aðrastaðni á aðrastaðni eisini, men Sirið Stenberg sigur, at hon fylgir alla tíðina við, hvør tørvurin er.