Útlendingar eru tilfeingi

Oddagrein

Føroyar hava í øldir ligið avbyrgdar frá umheiminum. Her hava føroyingar búleikast og bert fáir útlendingar hava sett seg niður her í farnari tíð. Teir fáu, sum komu uttaneftir vóru mest danskir embætismenn og handverkarar. Alt gott um tað - teir førdu mangar nýggjar og góðar tankar til landið eins og nýggja tøkni. Tá talan er um nýggja tøkni, so er sluppfiskiskapurin ein tann størsta tøkniliga kollveltingin í Føroya søgu. Hesa tøkni lærdu føroyingar av hetlendingum. Hinvegin hava føroyingar seinni lært frá sær ymiska fiskivinnutøkni. Vit lærdu týskarar og norðmenn at flekja. Vit lærdu norðmenn, danir, íslendingar og grønlendingar at fiska rækjur úti á havmiðum.

Soleiðis koma flest øll búskaparlig og tøknilig framstig av, at ymsar mentanar møtast og skifta um vitan og royndir. Soleiðis hevur tað verið heilt síðan fornøld, og mannaættin hevði ikki havt tikið øll síni tøkniligu, búskapaligu og mentanarligu framstig, um ikki søguliga menningin gekk fyri seg á hendan hátt. Arabar, sum fluttu seg heilt upp til Spaniu, lærdu europæarar støddfrøði, læknakynstur og stjørnufrøði. Gjøgnum alla søguna hava menniskju flutt úr einum landi í annað. Hetta er ein nátúrlig gongd - ein menning. Føroyingar eru fluttir til Danmarkar, Noregs, Íslands og Grønlands umframt til onnur meira fjarskotin lond. Vit hava er í blaðnum havt nógvar spennandi og hugtakandi søgur um føroyskar lagnur í fjarskotnum londum. Oftast er talan um góðar søgur um føroyingar, sum í heilt øðrum heimspørtum hava skapað sær eina innihaldsríka og trygga tilveru, og gjørt mikið gagn í nýggjum heimlandi.

Útlendingar eru eitt tilfeingi í einumhvørjum landi. Teir koma við frískum eygum og duga at síggja møguleikar og avbjóðingar, sum, eitt nú, vit, ið hava búð her altíð, kanska ikki síggja. Vit høvdu seinasta vikuskifti dømi um mann, eina dana, sum flutti til Føroya í 1974, og sum hevur búð her síðani hetta ár. Hesin maður hevur saman við konu sínu, sum er úr USA, ríkað føroyskt tónleikalív sum nakar. Hvussu hevði føroyskur tónleikur verið staddur, um hesi hjún ikki vóru flutt til Føroya, kundu vit spurt. Hetta er eitt gott dømi um, hvønn ríkandi og mennandi týdning tilflytarar hava her hjá okkum. Vit kundu nevnt nógv dømi innan at kalla øll samfelagsøki. Okkara ítróttalív, heilsuverk, útbúgvingarverk t.d. musikkskúlin og okkara ídnaður, serstakliga fiskiídnaður høvdu verið illa fyri uttan allar teir mongu og dugnaligu útlendingar. Søgan kennir nógv dømi um tjóðir, sum komu illa fyri av at fara illa við útlendingum. Søgan kennir eisini óteljandi dømi um tjóðir, sum blómaðu eitt nú tí tær tóku væl ímóti útendingum. Vit eiga at læra av søguni, vit eiga at bera okkum at sum klók og siðmentað tjóð og fara væl við fólki úr øðrum tjóðum, ið velja at seta búgv í her hjá okkum i styttri ella longri tíð - ella fyri lívið um tað skal vera. Hesi fólk eru menniskjanligt tilfeingi hjá føroyska samfelagnum eins og føroyingar eru tilfeingi, hvar teir enn seta búgv uttan fyri landoddarnar. Sosialurin fer í komandi vikuskiftisbløðum at seta fokus á útlendingar, sum eru fluttir til Føroya at búgva og arbeiða. Fyrsta greinin var í blaðnum seinasta leygardag, og var tað samrøða við tónlistamannin Kristian Blak.
Sosialurin