Sjáldan hava politikarar verið so samdir, sum teir vóru, tá ið aðalorðaskifti var í Løgtinginum í dag um ein føroyskan integratiónspolikk
Kári P Højgaard er stak væl nøgdur við aðalorðaskiftið í Løgtinginum í dag um ein føroyskan integratiónspolitikk.
Tinglimir taka stak væl undir við ætlanini um ein integratiónspolitikk, tó at tað vóru summi, sum ikki rættiliga høvdu álit á, at tá integratiónin skal vísast í verki, fer neyðugi peningurin ikki at verða játtaður til endamálið.
Og Kári P. Højgaard nýtti høvi at takka tinglimum fyri undirtøkuna.
Men landsstýrismaðurin heldur, at kanska er tað eitt gott hugskot at geva útlendingum, sum koma til Føroya, eina gularót.
Tann gularótin kann kanska vera, at gera útlendingar eitt veruligt arbeiði fyri at samansjóða seg í føroyska samfelagið, og læra seg føroyskt mál, skal tað onkusvegna koma teimum til gagns.
Tað kann vera eitt tilboð um víðari lestur, ella at umsóknin um varandi uppihaldsloyvi kann verða avgreidd skjótari enn annars.
Annars hevur landsstýrismaðurin stórt álit á, at integratiónin ikki druknar í berari vælvild, men at peningurin verður játtaður til endamálið, tí aðalorðaskiftið í dag hevur víst, at so at siga øll tingfólk taka undir við tí.
Eisini Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, gjørdi greitt, at skúlin er so hart fyrispentur, at skal virksemið økjast við serligum tilboði til útlendingar, má fígging fylgja við.