Útlendingar órógva grindaformenninar

Í eini roynd at órógva grindadráp frá eini fjarstøðu eru útlendingar byrjaðir at ringja til føroysku grindaformenninir undir sjálvum grindadrápinum.


- Tað eru longu byrjað at ringja. Seinast grindin var, byrjaðu tey ikki at ringja fyrr enn hon hevði lagt beinini, men nú ringja hava tey longu ringt eina løtu.


Tað segði Elmar Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, tá in.fo fyrr í dag tosaði við hann. Tá var grindin enn ein hálvan tíma frá landi, men longu tá ringdu útlendsku telefonnummarini.


Elmar Simonsen greiðir frá, at hetta er nakað, ið hann fyrst varnaðist, tá ein onnur grind legði beinini í Hvannasundi fyri trimum vikum síðan.


- Tá var tað serliga eitt hollendskt telefonnummar, ið ringdi, og tað ringdi uttan íhald. Men tað vóru eisini onnur, og mær vitandi, so ringdu útlendsk telefonnummur til allar grindaformenninar.


Tað sama hendi so aftur í dag, tá tíðindini bórust, at ein grind fór at verða hildin til í Hvannasundi.


- Útlendsku telefonnummurini byrjaðu at ringja bæði til mín og hinar grindaformenninar, men hesaferð var tað langt áðrenn grindin legði beinini, greiðir Elmar Simonsen frá.