? Ætli mær at vera virkin so leingi eg livi

Olaf Krossteig hevur alt lívið verið sera virkin. Hann hevur roynt seg á sjónum, í haga og í bjørgum, men lívsyrki hansara gjørdist lærarastarvið. Við hesum starvi fylgdu aðrar tænastur, m. a. deknatænasta og urguleikur. Í hesum sambandi gjørdist hann eisini gubbi at flest øllum børnum, ið doypt vórðu, meðan hann var deknur. Olaf Krossteig livir enn eitt virkið lív, hóast hann er vorðin 91 ára gamal

Olaf Krossteig fylti 3. januar í ár 91 ár, men hetta heldur honum á ongan hátt aftur at liva eitt púra vanligt gerandislív, eins og ein og hvør annar spelkin maður í Føroyum. Hann er tíðliga á fótum hvønn morgun, og hevur sum fastan tátt at spáka sær úr Vallaratúni, har hann býr, yvir til Strond, har hann tekur bussin niðan á Stykkið, sum hann sjálvur kallar tað. Hetta er ein av kolonihavunum uppi í Hoyvík.

Uppi á Stykkinum hevur Olaf Krossteig tvey hús. Tað eina nýtir hann til sín sjálvs, og hitt er til seyðirnar og høsnini. Hann hevur bert tveir seyðir uppi á Stykkinum, men í haganum á Leiti í Suðuroy eru hann og sonurin størstu eigarar. Teir eiga 10 gyllin í haganum, og hava teir 30 seyðir gangandi har, umfarmt at teir hava einar 10 standandi inni.

Nú Olaf Krossteig er vorðin 91 ár, er hann ikki so ofta suðuri í Suðuroynni hjá seyðinum, sum hann var fyrr. Men hann fer suður tá hoyggingin og slaktið eru fyri. Og so arbeiðssamur sum Olaf Krossteig er, liggur hann ikki á teirri latu síðuni, tá hann og familjan eru í summarhúsinum á Leiti, ið er bygt fast í seyðhúsið. Í hoyna tekst hann allan dagin við at hoyggja tá terri er, og tá slaktið er fyri, kann hann heldur ikki lata vera við at vera uppií, hóast tað er sonurin, ið stílar fyri.

Hesin spelkni pensjónisturin er fyrrverandi lærari, men hugur hansarar hevur altíð verið fyri seyði, fiskiskapi og at røkja bjørgini umframt lærarastarvinum. Og hann hevur uttan iva livað eitt virkið lív innan øll hesi øki.


Kolonihavin væl vitjaður

Fyri at hava nakað at takast við á sínum eldru døgum, keypti Olaf Krossteig fyri tíð síðani Stykkið frá dananum Poul Sørensen, ið kom til Føroya í sambandi við loranstøðina á Eggjunum í Vági. Hesin flutti seinni til Havnar, og hevði hann handil á Argjum, har Eikin nú er.

Seyðirnar uppi á Stykkinum røktar Olaf Krossteig serstakliga væl. Hann greiðir frá, at hann plagdi at leita sær ein túr niðan til teirra hvønn morgun um níggju tíðina. Hann fer niðan við bussinum, og eftir at hava gjørt hetta hvønn dag uttan sunnudag í mong ár, so eru allir bussførararnir komnir at kenna hann, og seta teir hann tískil av beint við portrið til stykkið.

Við einum brosi av lívsgleði um alt andlitið, greiðir Olaf Krossteig frá um seyðirnar uppi á stykkinum.

? Av tí at tað ikki longur er loyvt at flyta seyð millum oyggjarnar, kunnu vit ikki føra lomb frá Leiti norður á stykkið. Men vanligt er, at vit á hvørjum ári keypa tvey lítil lomb frá Hanusi bónda í Hoyvík. Hesi hava vit so í húsinum á stykkinum gjøgnum veturin, og tá heystið kemur, og tey verða dripin, plagar vektin at liggja um eini 60 pund, sigur Olaf Krossteig.

Umstøðurnar eru góðar uppi á stykkinum. Umframt seyðhúsið, er eisini eitt gamalt kolionihavahús, har bæði vatn - og elveiting eru lagdar inn, so væl ber til at kóka sær kaffi. Og nevniliga kaffimunnurin uppi í kolonihavahúsinum er nakað, ið hoyrir gerandisdegnum hjá Olafi Krossteig til. Tá hann er liðugur at geva seyðinum og hønunum, fer hann vanliga inn í húsið, har hann fær sær ein kaffimunn og kanska eisini ein lívgevandi blund á divaninum ein vakran summarmorgun. Tó heldur hann tað vera heldur kalt at fáa sær hendan blund vetrarmorgnar, hóast hann hevur ein elovn í hugnaligu stovuni.

? Mær dámar væl at fara hendan vanliga túrin niðan á Stykkið. Tí fari eg niðan hvønn morgun uttan sunnudag, tá eg í staðin leiti mær oman í dómkirkuna til guðstænastu. Men eg havi saknað túrin í kirkjuna sunnumorgnar, nú dómkirkjan hevur verið stongd so leingi. Eg havi onkuntíð leitað mær í Vesturkirkjuna, men her havi eg einki fingið við av guðstænastuni, tí Vesturkirkjan hevur ikki slíka skipan, ið ger, at ein hoyrir prædikuna í hoyriapparatinum, eins og møguleiki er fyri í gomlu kirjuni, harmast Olaf Krossteig. Hann gleðir seg til, at gamla Havnar kirkja í næstum letur upp aftur, so hann aftur kann leita sær oman hagar sunnumorgnar.


Fjølbroytt lærarayrki

Olaf Krossteig hevur verið lærari í mong ár, og hevur hann somuleiðis verið lærari mangar staðir í landinum.

? Eg kom til Havnar at læra til lærara sum 18 ára gamal í 1926, og gekk eg á læraraskúla til 1929, tá eg tók prógv. Tá vardi læraraútbúgvingin bert trý ár. Men tá eg kom út av læraraskúlanum í 1929, vóru eingi lærarapláss at finna nakrastaðni í landinum. Tað bar heldur ikki til at fáa pláss sum vikarur. Tí fór eg at arbeiða koyriveg. Arbeiðið á vegin millum Leirvík, heimbygdina, og Fuglafjørð var nevniliga júst byrjað tá, greiðir Olaf Krossteig frá.

Tá Olaf Krossteig var liðugur at arbeiða veg, fór hann á Suðurlandið at fiska. Tá var líka við, at Olaf gjørdist sjómaður, hóast læraraútbúgvingina. Men áðrenn túrurin byrjaði, segði lærarin í Leirvík honum, at hann skuldi til Danmarkar eftir hvítusunnu á skeið, ið vardi til Ólavsøku, og spurdi hesin, um Olaf ikki vildi taka við skúlanum hesa tíðina. Hetta helst Olaf Krossteig, at hann sjálvandi kundi, og var tað hetta, ið gjørdi, at hann ikki gjørdist sjómaður.

? Eg eri jú uppvaksin í Leirvík, og har er tað nærmast bert sjógvurin, ið hevur nakað at siga, so tað var ikki so ónáttúrligt, um eg gjørdist sjómaður, sigur Olaf Krossteig.

? Eg var lærari til Ólavsøku, eins og avtalað, og eftir hetta fór eg til Gjáar at vera lærari fyri Kallsoy, ið tá var tingmaður. Tá eg síðani var heimafturkomin frá starvinum við Gjógv, ringdi próvst Dahl, ið tá var sóknarprestur í Suðurstreymoy, til mín og spurdi um eg ikki vildi fara til Kalbaks fyri lærarinnuna har, tí hon var sjúk. Sjálvandi tók eg av, og var eg í Kalbak skúlaárið út. Hetta vóru nakrir frálíkir dagar, greiðir Olaf Krossteig brosandi frá.

Soleiðis ferðaðist Olaf Krossteig til ymiskar skúlar at vera lærari fyri ymiskar aðrar lærarar eina tíð. Men tá lýst varð í Dimmalætting, at tíggju ferðalærarapláss vóru leys at søkja, søkti hann eitt av hesum. Hann greiðir frá, at til bar at koma við ynski um, í hvørjari sýslu ella hvørjari oyggj, ein ynskti at gerast lærari. Sjálvandi ynskti tann ungi leirvíkingurin at gerast lærari í Eysturoynni.

? Tá eg fekk svar uppá umsókn mína, fekk eg at vita, at eg ikki hevði fingið starv í Eysturoynni, men so langt buturi sum í Akrabergi og Víkarbyrgi, sigur Olaf Krossteig stórlæandi frá.

Ungi leirvíkinurin helt hetta vera ein langan tein at fara, men tók hann tó við starvinum, og varð verandi í tvey ár. Hann er einasti lærari, ið nakrantíð er settur í Akrabergi. Tí áðrenn hann varð settur, høvdu sumbiarlærararnir nevniliga verið lærarar í Akrabergi. Teir høvdu verið ein dag um vikuna hvør í Akrabergi.

Eitt skifti var Olaf Krossteig lærari í Norðadali og Saksun, til hann seinni gjørdist lærari á Økrum og í Lopra.

? Hóast fleiri ferðir varð søkt eftir lærara til skúlan í Sumba, vildi eg ikki søkja, tí mær dámdi best við Vágsfjørð. Eg vildi búgva við Vágsfjørð, sigur Olaf Krossteig.

? Seinni fingu sumbiarlærararnir boð um, at teir aftur skuldu røkja skúlan í Akrabergi og Víkarbyrgi. Men teir sýttu fyri at fara til Víkarbyrgis, tí teir vóru settir sum lærarar fyri Sumbiar bygd. Tískil varð skúlin í Víkarbyrgi lagdur saman við skúlanum á Nesi í Vági, og hesir lógu so saman, so leingi børn vóru í skúlanum. Seinni varð Nes lagt saman við Vági, greiðir Olaf Krossteig frá.

? Eg byrjaði sum lærari í Suðuroynni í 1931 og flutti norður til Havnar í 1975, men okkurt styttri tíðarskeið var eg lærari í Norðadali og Saksun. Tó var eg longstu tíðina lærari á Økrum og á Leiti. Eitt skifti var eg eisini lærari í Vági, men mær longdist inn aftur, til at sleppa at flóta í báti. Øll tey fimm árini, eg var í Vági, var eg bert einaferð úti og dyrgdi og einaferð var eg og skjeyt. So tá lærarin, ið tá var á Leiti mátti fara frá vegna tuberklasmittu, var eg skjótur at søkja.


Gubbi at øllum

Tá Olaf Krossteig starvaðist sum lærari á Leiti, var hann eisini deknur í kirkjuni har. Hetta arbeiði hevði við sær, at hann gjørdist gubbi at næstan hvørjum barni, ið har bleiv doypt. Og tann, ið doypti, tað var hann sjálvur. Tað var nevniliga ikki so ofta, at prestur kundi koma, og tí var tað sum oftast deknurin, ið doypti.

Harafturat var Olaf Krossteig eisini urguleikari. Hann hevur verið urguleikari í kirkjuni við Gjógv og somuleiðis í Sumba, so ikki kann sigast annað, enn at Olaf Krossteig hevur verið fjøltáttaður innan kirkjuligt arbeiði. Í kirkjuni á Leiti starvaðist hann bæði sum urguleikari og sum deknur samstundis.

Tá Olaf starvaðist sum lærari í Vági, var hann eisini fleiri ferðir deknur í Vágs kirkju.

Í sínum starvi sum urguleikari hevur hann eisini spælt til fleiri stór brúdleyp, og varð hann tískil eisini boðin við til eina rúgvu av brúdleypum.


Einaferð í grinda-

drápi í Sandágerði

Hóast Olaf Krossteig altíð hevur verið sera virkin, og hugurin fyri sjónum hevur verið stórur, so hevur hann bert einaferð verið í grindadrápi í Sandágerði. Hetta var tá versonurin hevði part í báti, og hann tískil slapp við. Tó hevur hann fleiri ferðir verið í grindadrápi í Ósanum á Eystaru Vág.

? Men har suðuri var lættari at fara í grind á Vágsfirði. Har doyðu eisini nógvar grindir ta tíðina eg búði har suðuri, greiðir Olaf Krossteig frá.


Gott ítriv

Olaf Krossteig er sera glaður fyri, at hann enn hevur møguleika at røkja tað ítriv, ið honum altíð hevur dámt líka væl. Hann gleðir seg hvønn morgun til túrin niðan á Stykkið, har hann fóðrar tey bæði veðurlombini og tær tíggju hønurnar. Hann tekur skemtiliga til orðanna, at hetta er eitt gott ítriv, tí tað gevur eisini mat til húsið. Hann fær bæði egg og skerpikjøt burturúr.

Fyrsti kaffimunnurin, Olaf Krossteig fær sær um morgunin, er kaffimunnurin uppi í kolonihavahúsinum uppi á Stykkinum. Eftir kaffimunnin nýtir hann friðin til einaferð millum klokkan ellivu og hálvgum tólv. Tá gongur hann til busssteðgiplássið við Vegin Langa, fyri at fáa rørt seg eitt sindur. Honum hevur nevniliga altíð dámt so væl at ganga.

Hóast Olaf Krossteig nærkast teimum hundrað, ætlar hann ikki at gevast at vera virkin. Hann ætlar sær at halda fram við túrunum niðan á Stykkið, og heldur ikki ætlar hann sær at gevast við túrunum suður í summarhúsið á Leiti. Hann ætlar sær at vera virkin so leingi sum møguligt, sigur hann at enda.