Tobbi gevst í Demokratia

Tórbjørn Jacobsen hevur valt at leggja formanssessin frá sær í Demokratia. Tað ger hann í kjalarvørrinum av, at Heilsu- og Innlendismálaráðið hava staðfest, at tað ikki ber til at røkja borgarstjórasessin og formanssessin í Demokratia samstundis.


Fyri ikki at skapa órógv um arbeiðið hjá Demokratia við at sáa iva um avgerðina, hevur borgarstjórin valt at takka fyri seg.


- Kann bara staðfesta, at tað at taka við valinum sum borgarstjóri fyri kortum hevði hetta frávalið við sær, at eg frá í dag at rokna hvørki eri formaður ella vanligur nevndarlimur í Demokratia, skrivar borgarstjórin í tíðindaskrivi.


Tað var tá Tórbjørn Jacobsen 1. januar tók við sum fulltíðarsettur borgarstjóri í Runavíkar kommunu, at ivamál vórðu reist, um hann framhaldandi kundi røkja sessin sum formaður í Demokratia.


Tískil varð ein fyrispurningur settur Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið svaraði nývalda borgarstjóranum, at sambært teimum, so kann ein borgarstjóri ikki røkja formanssessin í Demokratia, tí báðir sessirnir eru ov tíðarkrevjandi.


- Til spurningin hvørt ein fulltíðarsettur borgarstjóri kann vera formaður í Demokratia ella ikki, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at talan er um alment álitisstarv, ið fulltíðarborgarstjóri eigur at leggja frá sær. Metingin er grundað á, at talan er um alment álitisstarv av slíkum tí formaðurin er tann sum myndar nevndina í almenninginum, skrivar ráðið í síni grundgeving.