Tobbi í rættinum í dag

Seinnapartin í dag kemur málið um frádømingina av koyrikortinum hjá Torbjørn Jacobsen, løtingsmanni, fyri í Føroya Rætti.

Klokkan 13.15 í dag skal Føroya Rættur at taka støðu til, um tað var í lagi, at koyrikortið hjá Torbjørn Jacobsen, løtingsmanni, bleiv tikið frá honum, eftir at tingmaðurin var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Tingmenn eru sum kunnugt vardir av politiskum órini, og tí halda Torbjørn Jacobsen og sakførari hansara, Bjørn á Heygum, at fútin ikki hevði heimild til at taka koyrikortið hjá løgtingsmanninum.
Torbjørn Jacobsen og sakførari hansara gjørdu tí av at leggja sak móti fútanum, og tað er hetta mál, ið kemur fyri í rættinum í dag.
Sambært Bjørn á Heygum er talan um eitt prinsipielt mál, ið ongantíð fyrr er roynt í donsku rættarskipanini, og tí er rættuliga stórur áhugi millum løgfrøðingar, hvat úrslitið verður.
Ein av royndastu sakførarunum her á landi, Jógvan Páll Lassen, segði í viðtalu við Sosialin í farnu viku, at hann ivaðist í, um fútin hevði heimild at taka koyrikortið frá Tobba.