Todi fær kapping

Eitt annað fótbóltsfelag enn FCA sigur seg ætla sær á Amager at vera lokala og siðbundna valið í staðin fyri tað føroyska og privata hjá Toda

Fótbóltur

 

Ætlanin hjá Toda Jónsson um at savna øll fótbóltsfeløgini á Amager í eitt lið, sum innan alt ov rúma tíð skal spæla í superliguni, sær ikki út til at gerast til treytaleysan veruleika.

Tað hevur eydnast at savna fleiri av feløgunum í FC Amager, men ikki øll, og nú ætla onnur feløg á Amager at ganga saman um felag, sum skal hava annan heimavøll enn FCA, og sum innan rúma tíð ætlast at spæla í næstbestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Tað eru Tårnby Boldklub og AB 70, sum eru feløgini, og heikmavøllurin verður á Tårnby Stadion. Ætlanin er, at felagið skal verða veruleiki í september í ár.

Fyrireikararnir dylja ikki, at talan er um ætlan, sum skal síggjast sum andsøgn til FC Amager og ætlanirnar hjá Toda Jónsson og øðrum:

- Hetta felagið skal verða alternativ til FC Amager. Tað felagið er grundað á føroyskar íløgur og privatar íleggjarar. Tað er ein verkætlan, sum hvørki Tårnby Boldklub ella AB 70 síggja at vera relevana í menningini av fótbóltinum á Amager. Vit ætla at syrgja fyri karmum fyri lokalum og nationalum íleggjarum, ið kenna seg aftur í virðunum, sum Tårnby Boldklub og Amager Boldklub af 1970 altíð hava staðið fyri, verður sagt í tíðindaskrivi.

Aftanfyri Toda Jónsson og FC Amager eru fýra fótbóltsfeløg á Amager: Fremad Amager, Kløvermarkens Forenede Boldklubber, Dragør Boldklub og Amager Fodbold Forening. Fomliga leggja hesi feløgini saman í FC Amager 1. juli í ár.