FÓTBÓLTSBRÚDLEYP
Jonhard Hammer
Todi Jónson er tann føroyingurin í Danmark, sum seinastu árini hevur verið mest umrøddur. Bæði í donskum fjølmiðlum og í føroyskum fjølmiðlum. Tað hava verið avrikini hjá honum í Lyngby og serliga í FCK, sum hava verið orsøk til umrøðuna, meðan tað hevur verið minni at hoyrt um privatlívið hjá Toda. Tí ger hann heldur ikki nakað serligt buturúr á heimasíðuni, todi.fo, har tað mesta snýr seg um fótbóltsprát.
Men leygardagin var Todi almennur privatpersónur, um tað ber til at siga tað soleiðis. Í føroysku bløðunum varð lýst við, at Todi Jónsson leygardagin skuldi giftast, og at vígslan skuldi verða í Godthåbskirkjuni í Keypmannahavn.
Fleiri føroyskir útisetar vóru møttir til vígsluna, umframt brúdleypsgestirnar, sum vóru danir, føroyingar í Danmark og eisini føroyingar, sum vóru komnir úr Føroyum og í brúdleyp. Serliga úr Klaksvík.
Fleiri klaksvíkingar, sum Todi hevur spælt saman við í KÍ, vóru í brúdleyp, og onkrir FCK spælarar vóru eisini. Ikki teir, sum nú spæla, men heldur onkrir, sum Todi spældi saman við í FCK tey fyrstu árini, eftir at hann var komin hagar í 1997. Eitt nú Pascal Simpson, sum er dimmur svenskari og nú býr aftur býr í Svøríki. Hann noyddist at gevast at spæla, tí hann var so plágaður av skaðum. Todi og hann eru vinmenn.
Brúðurin var Andrea Vinten, sum er úr Keypmannahavn. Millum tey, sum vóru til vígsluna, hoyrdist, at yndisliga kvinnan, sum nú er kona Toda er undir útbúgving til at vera ljósmóður.
Presturin, sum vígdi Andreu og Toda, er væl kendur. Tað er hann í hvussu so er í Føroyum. Henning Bøgesvang var í fleiri enn tjúgu ár prestur í Norðya vestara prestagjaldi við bústaði í Klaksvík. Nú eru nøkur ár síðani, at hann flutti úr Klaksvík. Hann er danskur prestur í Gøteborg, og leygardagin var hann komin úr Svøríki og til Keypmannahavnar at víga Toda og konuna.
Eftir vígsluna fór Bøgesvang beinleiðis aftur til Svøríkis. Men hann nýtti fyrst høvið at heilsa upp á øll tey, sum hann kendi aftur úr Klaksvík. Bæði tey, sum vóru bjóðað í brúdleyp, og sum fóru við bussunum, ið bíðaðu eftir teimum eftir vígsluna og koyrdu tey til Restaurant Kongens Have í Kronprinsessegade, har brúdleypið stóð, og tey, sum vóru komin at skottast, sum tað plagar at verða tikið til.
Hjá Toda og konuni er ikki hugsningur um at halda hveitibreyðsdagar. Síðsta mikudag fór Todi aftur til arbeiðis í FCK. Sunnudagin koma hann og liðfelagarnir til Føroyar, har teir skulu spæla tveir dystir. Tann fyrri verður í Klaksvík mánakvøldið, og tann seinni verður á Tórsvølli móti HB mikukvøldið.
Todi hevur altíð verið fryntligur hjá Sosialinum at heita á, og hann hevur víst, at hann kennir týdningin hjá professionellum ítróttarmanni at virða tað arbeiði, sum pressan roynir at gera. Vit heilsa honum og konuni og ynskja teimum alt tað besta í hjúnarbandinum.