Í Sportboxini, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verður Todi Jónsson gestur í seinna tímanum, sum hevur heitið Fótbóltspanelið.
Til ber at hoyra Sportboxina á netinum við at trýsta HER (Millum klokkan 15 og 17)
Todi Jónsson kemur millum annað at fortelja um persónligu fótbóltsvenjingarnar, sum hann nú er farin í holt við. Eftir ein steðg upp á eitt hálvt ár, er klaksvíkingurin aftur farin í holt við persónligar fótbóltsvenjingar.
Fyrrverandi landsliðsspælarin fortelur eisini um dystirnar móti Spania og Malta í undankappingini til HM 1998, nú vit aftur eru í bólki saman við Spania og Malta. Todi Jónsson heldur millum annað, at spælararnir á landsliðnum í dag eru betri fyri og betri skipaðir enn teir vóru, men hann heldur eisini, at knotur vóru í spælarum í hansara tíð á landsliðnum.
Klaksvíkingurin fortelur eisini um DM-dystirnar millum FCK og Brøndby. Hann fortelur um støðuna, tá hann vegna skaða mátta sita uttanfyri, tá Sibusisu Zuma við saksasparki skoraði kanska besta málið í Superliguni nakrantíð.
Todi Jónsson sigur eisini, at er sinnaður at geva sítt íkast til føroyskan fótbólt, men at tað higartil ikki hevur givið nakað at seta seg í samband við Fótbóltssambandið.
Í fyrra tímanum í Sportboxini, sum er frá klokkan 15 til 16, fara frásøgumaðurin á FM1, Sjúrður H. Hoydal og fyrrverandi altjóða dómarin, Eyðun Samuelsen, at hugleiða um HM í hondbólti, sum er í Danmark og Týsklandi í hesum døgum. Eisini fer Óli G. Samuelsen at taka samanum flogbóltin.