Sambært einum yvirliti hjá norska FXTV er Todi Jónsson tann minst effektivi álopsspælarin í norsku tippuliguni. Yvirlitið er gjørt við eini samanbering millum minuttir á vøllinum og skotin mál. Todi hevur spælt nógv fyri Start í ár, 798 minuttir, men hann hevur ikki skorað, og tí endar hann ovast á listanum.
- Slíkir listar eru misvísandi. Todi hevur avgjørt fimm dystir, síðani eg gjørdist venjari, og tað hevur hann gjørt við at skapa kjansir og brotsspørk, sigur Start-venjarin Stig Inge Bjørnebye við heimasíðuna hjá FXTV.