Fótbóltur
Todi Jónsson ætlar at byggja nýtt stadion á Amager. Sambært bold.dk stendur hetta at lesa í Berlingske Tidende. Ætlanin fevnir um stadion í Ørestaden, sum er tað økið á Amager, har tað seinastu árini hevur verið mest bygt, og har tað framvegis er nógv virksemi.
Ætlanin fevnir um stadion við plássi fyri 10 túsund áskoðarum. Kostnaðurin verður roknaður at fara at verða 150 milliónir krónur.
Síðani Todi Jónsson saman við øðrum føroyingum kom framat í Fremad Amager, hevur tað verið og verður tað arbeitt miðvíst fyri, at Amager aftur skal gerast partur av bestu donsku fótbóltsdeildini.
Fremad Amager, sum næsta summar verður til FC Amager, flutti niður í fjør, men nú liggja teir aftur væl á kósini. Liðið er klárt oddalið í 2. deild, og tað skal ganga ógvuliga illa, um teir ikki fara at flyta upp í hesum kappingarárinum.
Næsta takið verður so at flyta upp í SAS liguna. Ítróttarliga kann tað væl eydnast at flyta upp, men karmarnir eru ikki nóg góðir til SAS ligu fótbólt í Sundby Idrætspark. Tí er tað, at Todi og felagar hansara ætla sær at byggja nýtt stadion.
Keypmannahavnar kommuna er ikki sinnað at stuðla endurbygging av Sundby Idrætspark, og tí ætlar Todi at byggja nýtt:
-Vit ætla okkum at byggja á Amager. Vit ætla sjálvir at seta pengar í nýggja stadion, og vit hava aðrar, sum eru áhugaðir í at gera íløgu saman við okkum, sigur Todi Jónsson við Berlingske Tidende.
Todi hevur verið í sambandi við kommununa, og hann vónar, at tað fer at bera til at fáa grundøki lagaliga til keyps frá Keypmannahavnar kommuna, og at tað síðani fer at bera til at fara undir byggingina sum skjótast.