Stóra samtaluevnið eftir avgerandi dystin millum FC Keypmannahavn og Brøndby sunnudagin var, um Todi Jónsson var snýttur fyri eitt ella tvey brotsspørk, tá felag hansara eftir øllum sólarmerkjum spældi av við møguleikan at vinna gull í ár.
Brøndby helt seg eisini eiga tvey brotsspørk í dystinum, men brotsspørkini, sum Todi átti, tóktust verða púra opinlýst.
? Tað er ein gøla, at hann ikki dømir brotsspark, segði ein óvanliga bersøgin Todi eftir dystin.
Tvær ferðir
Støðurnar, tá Todi varð rendur um koll í brotsteiginum, fingu stóran týdning fyri úrslitið, og dómarin í dystinum hevði eisini ov mikið við at svara fyri seg eftir dystin.
Allir teir donsku fjølmiðlarnir vildu vita, hví hann ikki dømdi brotsspark til FCK.
Eftir at Kim Milton Nielsen, sum verður mettur sum ein tann fremsti dómarin í heiminum, hevði hvílt seg eina løtu í skiftirúminum, stillaði hann berføttur upp til nasku spurningarnar frá pressufólkunum.
Hann var kaldur, men royndi sum frægast at svara fyri seg.
Har var brotsspark
Danska sjónvarpsrásin TV3 vísti danska dómaranum støðurnar á einum skíggja, og tá mátti Milton viðurkenna, at hann hevði gjørt eitt mistak.
Todi Jónsson var í fyrru støðunum togaður ógvusliga í troyggjuna, tá hann var komin leysur í brotsteiginum, og hann fór um koll.
? Eg sá ikki støðuna soleiðis í dystinum. Nú síggi eg, hvussu verjuspælarin heldur í troyggjuni hjá Todi, og so má siga, at har kundi eg dømt brosspark, segði Kim Milton Nielsen.
? Tað gongur skjótt fyri seg í dystinum, og eg skal at taka røttu avgerðinar eftir lítlari løtu. Vit dómarar eru menniskju, og vit gera eisini mistøk.
Málverjin ásannaði
Í seinnu støðuni fintaði Todi seg leysan í brotsteiginum, men var feldur av málverjanum hjá Brøndby. Frásøgumenninir hjá TV3 vóru á gosi, tá Todi helst fyri aðru ferð í dystinum var snýttur fyri brotsspark, men dómarin hevði aðra fatan ? eisini eftir dystin.
? Har er ikki brotsspark. Todi sparkar sjálvur inn í armin hjá Mogens Krogh, so hann hevur sjálvur skyldina av hasum, segði Milton um tað støðuna, Men hann helt, at oftast verður dømt brotsspark í slíkum støðum.
Málverjin hjá Brøndby var heitur um oyruni, tá Todi fór um koll, og hann skilti ikki, hví dómarin ikki dømdi brotsspark.
? Eg eri spentur at síggja hasa støðuna á skíggjanum og hoyra frágreiðingina hjá Milton, tí eg raki beinini hjá Toda, og tí kundi hann lættliga havt dømt brotsspark, segði málverjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, tá hann fór í skiftirúmið eftir dystin.
Nógv umtala
Mánamorgunin viðgjørdu øll tey donsku bløðini brotssparksstøðurnar, og Kim Milton Nielsen og Todi Jónsson vóru høvuðspersónar í hesi viðgerð.
Myndirnar av Toda, sum verður feldur í brotsteiginum hjá Brøndby, vóru at síggja bæði í sjónvarpi og í bløðunum, og tey høvdu næstan hug til at skugga fyri vakra sigursmálinum, sum Mads Jørgensen skeyt seint í dystinum.
Todi segði við donskum fjølmiðlarnar, at hann altíð hevði havt stóra virðing fyri Milton, men at hann helt lítið um avrikið hjá dómaranum í hesum dystinum. Todi helt sjálvur, at talan var um tvey púra greið brotsspørk.