Todi væl móttikin í Fremad Amager

Todi er væl nøgdur við fyrstu vikuna í nýggja felagnum, Fremad Amager.

- Eg eri blivin sera væl móttikin. Her er góður hýrur, og fólk eru blíð og fyrikomandi, sigur Todi við heimasíðuna hjá Fremad Amager.

 

Todi hevur eisini møtt fjepparunum í felagnum, sum kalla seg ?De Blå/Hvide Engle?, og teimum var hann eisini glaður at møta.

 

35 ára gamli føroyingurin hevur lovað felagnum, at hann dagliga verður at síggja í hølum felagsins og á vøllinum. Hann sigur tað vera umráðandi, at hann er sjónligur í felagnum.