Kortini ætlar landsstýrið at flyta ábyrgdina fyri bygging frá Landsverki aftur til einstøku aðalráðini.
Tað kemur fram í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Hon hevur spurt um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki í sambandi við ætlanina at býta verandi byggideild sundur.
Landsverk hevur síðan 2001 verið byggiharri á meira enn 500 byggi- og anleggsverkætlanum. Samlaði verkætlanarkostnaðurin hevur verið meira enn átta milliardir krónur.
Frá 2015 til 2025 hevur Landsverk verið byggiharri á 55 verkætlanum, sum hava kostað meira enn fimm milliónir krónur hvør.
Harumframt eru 15 stórar verkætlanir, sum byrjaðu fyri 2015 og tí ikki eru við í hesum yvirlitinum. Millum teirra eru Viðareiðistunnilin, Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum.
Bert Fámjinstunnilin hevði stórt frávik
Av teimum 55 verkætlanunum eru 40 lidnar.
Sambært svarinum hevði bara ein teirra, Fámjinstunnilin, eitt kostnaðarfrávik upp á meira enn 10 prosent.
Hinar 39 høvdu allar minni enn fimm prosent frávik frá ætlaða kostnaðinum.
20 av teimum 39 verkætlanunum endaðu enntá á ella undir ætlaða kostnaðinum. Millum stóru verkætlanirnar, sum hildu kostnaðin, nevnir landsstýrismaðurin Dalstunnilin, útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali og Mýruna.
Kortini verður skipanin broytt
Hóast hesi tølini hevur landsstýrið gjørt av, at ábyrgdin fyri byggiverkætlanum skal flytast frá Landsverki til einstøku aðalráðini.
Jacob Vestergaard vísir á, at nakrar byggiverkætlanir eru farnar av lagi, og at Landsgrannskoðanin hevur víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan av byggiverkætlanum ikki hava verið nóg greið.
Í verandi skipan hava aðalráðini ábyrgdina av verkætlanunum og biðja Løgtingið um pengar, meðan Landsverk er byggiharri.
– Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl, stendur í svarinum.
Ætlanin er tí, at hvørt aðalráð sjálvt skal standa fyri bygging og viðlíkahaldi innan sítt málsøki. Landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, skal sostatt eisini hava fíggjarligu og fakligu ábyrgdina og eftirlitið við verkætlanini.
Jacob Vestergaard væntar, at hetta fer at gera ábyrgdarbýtið greiðari og verkætlanarleiðsluna betri, so tíðarætlanir og játtanir í størri mun verða hildnar.
Vita ikki, hvat nýggja skipanin fer at kosta
Landsstýrismaðurin kann tó ikki siga, um nýggja skipanin verður bíligari.
– Tað er ilt at meta um, hvør kostnaðurin verður av at fyrisita landsins bygningar og bygging, nú ábyrgdin verður løgd aftur til stjórnarráðini, stendur í svarinum.
Hvørt aðalráð skal fáa sær neyðuga serfrøði innan byggimál. Tað kann vera við byggikønum starvsfólkum í aðalráðunum ella stovnum undir teimum.
Aðalráðini kunnu eisini keypa byggiharraráðgeving og verkætlanarstýring frá privatum ráðgevarum.
Byggiumsiting landsins varð miðsavnað hjá Landsverki 1. januar 2001. Grundgevingin tá var júst, at tað var skynsamari at savna byggifakliga førleikan á einum stað enn at hava egna byggiráðgeving í hvørjum aðalráði.











