Toftamenn greiddu sín setning

1.DEID: B68 heldur tørn um møguleikan at flyta upp, og Giza Hoyvík er í tungum sjógvi

Tá ið B68 fyrr í summar vitjaði Giza Hoyvík, var úrslitið 2-2. Tá ið Giza Hoyvík í vár var á Toftum, vann heimaliðið 3-2. Tí var tað ikki sørt av spenningi, nú Giza Hoyvík aftur í kvøld var á Svangaskarði.

 

B68 stríðist fyri at flyta upp, og Giza Hoyvík stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Í kvøld vann B68 2-0. Harvið halda toftamenn tørn um møguleikan at flyta upp, og harvið er støðan hjá Giza Hoyvík framvegis spent í botninum.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Giza Hoyvík málverjin, Predrag Markovic skrásettur fyri at gera sjálvmál, og seks minuttir eftir steðgin økti Sveinur Justinussen um B68 leiðsluna til 2-0.

 

B68 er á triðja plássi við 39 stigum – seks stig aftanfyri ÍF á øðrum plássi og tvey stig frammanfyri NSÍ á fjórða plássi.

Giza Hoyvík er næstaftast við fjúrtan stigum. HB er á áttanda plássi. HB hevur spælt ein dyst færri enn Giza Hoyvík, tí dysturin ímóti Suðringum í kvøld varð útsettur.