Toftamenn komu á talvuna

Avrikini í Fuglafirði kundu bent á, at tað verður millum hesi bæði, at stríðið fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini fer at standa

Fótbóltur

Tað skal nógv venda upp seinni í summar, sum nú vendir niður, um tað ikki fara at verða ÍF og B68, sum um mánaðarskiftið september/oktober fara at stríðast fyri at sleppa undan tíggjunda og aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting.
Støðutalvan lýsir støðuna í tølum, og á vøllinum í Fuglafirði sunnudagin var tað ikki nógv, sum bendi á, at innheystingin fer at verða so nógv størri næstu vikurnar, enn hon hevur verið higartil. Skal úrtøkan gerast størri, so skal spælstøðið hækkast. Hetta er galdandi fyri tekniska førleikan, spælfatanina og ikki minst skjótleikan og harvið evnini at venda spælinum og hjá miðvallarunum at stuðla uppundir álopsspælararnar.
Báðir partar løgdu tað fyri, sum teir megnaðu. Á báðum liðunum var ein nýggjur maður. Jan Guttesen var á ÍF miðvøllinum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Honum tykist tað at fera at verða góður fongur í.
Í vinstra verjuborði hjá B68 var John Heri Dam. Hann var neyðloysn fyri týdningarmikla Jákup Eli Olsen, ið var so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla. Bogi Petersen, sum hevur roynst væl hjá B68 higartil í ár, varð so mikið skaddur undir venjing hóskvøldið, at hann var ikki førur fyri at spæla, og tað mátti sigast at vera steinur oman á byrðu, tá ið heldur ikki Stanislav Stankov var førur fyri at spæla orsaka av skaða. John Heri Dam tóktist vera hampuliga væl fyri og stóð seg væl.

Tøtt mál
ÍF legði seg á odda, tá ið knappliga tíggju minuttir vóru farnir. B68 miðverjan ryggskumpaði og fekk fríspark ímóti sær úr góðari støðu uttanvert brotsteigarmarkið. Miðvallarin Høgni Zachariassen smekkaði til. Skotroyndin var neyv, og bólturin streyk framvið ikki heilt væl setta manngarðin og dygst inn við stólpanum.
B68 svaraði aftur, tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið. Alex Troleis legði fríspark innfyri úr høgru. Mortan Hansen var púra leysur. Í fyrstu atløgu fekk hann ikki skot á, men fuglfirðingar góvu honum frið at temja, og í næstu atløgu eydnaðist tað honum at skovla bóltin inn um strikuna. Mortan Hansen hevur verið málverji á Toftum, síðani Albert Sævarsson fór av landinum. Síðani Trygvi Mortensen kom til Toftir, hevur Mortan roynt seg sum álopsspælari, og enn eina ferð vísti hann, at tað eru mál í honum.
Nýggjur í B68 málinum er Jacek Przybylski, sum fyrrapartin av síðsta kappingarári vardi málið í Gøtu. Hann hevði tvær góðar bjargingar, tá ið teir á heimaliðnum royndu seg við langskoti hjá Jan Guttesen royndi seg úti frá, og tá ið Høgni Zachariassen seint í 2. hálvleiki royndi seg við góðum stútara.
Nógv gekk fyri seg millum brotsteigarnar. Í fyrra umfarinum leikaði javnt á. B68 hevði fleiri hornaspørk enn heimaliðið, og eftir steðgin tóktist tað sum um, at heimaliðið hevði eitt sindur størri íblástur. Men teir fingu einki mál, og ímóti endanum var tað um reppið, at B68 fekk sigursmálið. Eftir skotroynd misti Karstin Joensen, bólturin støkk út frá aftur, har Øssur Hansen, sum alla tíðina reikaði nógv aftanfyri fremsta B68 álopsspælaran, var fyrstur á, men skotroyndin hjá B68 liðformanninum brast í stólpan, og so endaði tað 1-1.
Hjá ÍF var tað serligur smeitur, at Bartal Eliasen ikki var í álopinum hesa ferð. Magni á Lakjuni var einsamallur mitt fyri, og eitt sindur aftanfyri í borðunum vóru Hanus Eliasen og Bárður á Lakjuni. Tað gekk ikki nóg væl at spæla seg fram til fremstu menninar, og tá er tað torført hjá álopsspælarum, sum hava betri evni at spæla fótbólt, enn teir hava at stríðast eftir longum og ofta óhøgligum sendingum.
Næstu ferð skal ÍF í Gundadal, har gamla felagið hjá Sigfríði Clementsen, B36, bíðar. Eftir at teir í B36 hava spælt fýra ferðir uttan at hava fingið fult kunnu fuglfirðingar, sum higartil einki hava fingið á útivølli, ikki rokna við øðrum, enn at uppgávan verður torfør. Tað verður hon eisini hjá B68, sum skal til Eiðis.