Tolið hjá fakfeløgunum er uppi

Tolið hjá fakfeløgunum við Kollafjørð Pelagic er nú uppi, og tískil eru arbeiðsfólkini kallaði inn til fundar við fakfeløgini í kvøld. Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Kollafjarðar

Arbeiðarafelag hevur kallað alt arbeiðsfólki á virkjunum Kollafjørð Pelagic

til fundar um arbeiðsviðurskiftini á staðnum.

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdust arbeiðarafeløgini varug við, at alt

ruggaði ikki rætt á Kollafjørð Pelagic, og eftir at hava kannað málið settu

feløgini seg í samband við arbeiðsgevaran fyri at fáa viðurskiftini í

rættlag.

-Arbeiðarafeløgini hava ikki frætt at viðurskiftini eru í lagi, tvørturímóti

hevur felagið um páskirnar aftur forbrotið seg móti sáttmálum og lógini um

útlendska arbeiðsmegi, siga feløgini í dag.

-Kollafjørð Pelagic hevur havt hálvatriðjuviku um at fáa viðurskiftini í

rættlag, tolið hjá fakfeløgunum er uppi og tískil er fólkið innkallað til

fundar, siga fakfeløgini.

Øll arbeiðsfólk á Kollafjørð Pelagic, sum eru limir í arbeiðarafeløgunum,

vera biðin um at møta á fundi í kvøld.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, sigur við Rás2 í dag, at hetta ikki skal skiljast sum eina hóttan um at niðurleggja arbeiði, men fundurin er lýstur, soleiðis at loysnir kunnu finnast um ávís kor hjá arbeiðsfólkunum. Hon staðfestir tó, at verður eingin loysn funnin á málinum, er niðurleggin av arbeiðinum seinastu útvegur.

Fundurin verður í hølunum hjá Kollafjarðar Arbeiðarafelag í kvøld klokkan 20:00.