Bæði Jonas Bjerre, sum er forsangari í danska bólkinum Mew, og Joseph Duplantier úr franska tungmálmsbólkinum Gojira luttaka í morgun í mótmælisgongu móti fongslingini av umhvørvisaktivistinum Paul Watson.
Tað stendur í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá danska politiska flokkinum Alternativet. Tað er Alternativet, sum hevur skipað fyri mótmælisgonguni.
Gojira framførdi fyri góðum tveimum vikum síðani til setanina av ársins OL í París.
Mótmælisgongan verður nú klokkan 10.11 á Christiansborg Slotsplads í Keypmannahavn.
73 ára gamli Paul Watson varð handtikin 21. juli í Nuuk í Grønlandi, tá skip hansara "John Paul DeJoria" legði at at fylla á.
Skipið var á veg at steðga einum japanskum hvalaveiðiskipi í Norðuratlantshavi.
Handtøkan var grundað á altjóða handtøkuboð, sum Japan gav út í 2010. Handtøkuboðini vórðu givin eftir eina hending í Antarktis, har Watson gjørdi seg inn á japansk hvalaveiðiskip undir arbeiði.
##med2##
Sambært myndugleikunum í Japan legði aktivisturin á hvalaveiðararnar og forðaði teimum í at gera sítt arbeiði.
Japan vil nú hava Paul Watson útflýggjaðan, og 1. august fekk løgmálaráðið formliga útflýggjanaráheitan.
Lesið eisini: 73 politikarar leggja trýst á Danmark um Paul Watson
Á mótmælisgonguni í dag fara luttakararnir at sita í einum ringi og greiða frá sínum bakgrund fyri at stuðla undir, at umhvørvisstríðsmaðurin verður latin leysur. Tað sæst á einum tiltaki á Facebook.
Lesið eisini: Watson skal viðgerast sum tann brotsmaður hann er
- Eg standi saman við skiparanum Paul Watson í stríðnum hjá honum at verja heimshøvini. Hann er ein íblástur til milliónir av menniskjum í einum kyniskum heimi, har brotsmenn sleppa at ganga leysir, men har ein hetja sum hann verður send í fongsul fyri at gera tað rætta, sigur Duplantier í tíðindaskrivinum.
Formaðurin í Sea Shepherd, Lamya Essemlali, hevur áður sagt við tíðindastovuna AFP, at Paul Watson metir hansara fongsul í Grønlandi og ynskið hjá Japan um at útflýggja hann vera politiskt motiverað.
Lesið eisini: Bryan Adams og Pierce Brosnan stuðla Paul Watson
- Hann er tilvitaður um, at Japan leggur alla sína politisku tyngd ímóti honum, at hann er eitt politiskt symbol, segði Essemlali.
Danska løgmálaráðið hevur áður boðað frá, at tað ikki hevur funnið nakra orsøk til at avvísa áheitanini hjá Japan um at útflýggja Paul Watson frammanundan.
/ritzau/