Toppliðini hittast í Leirvík

1. DEILD: Fýra tey fremstu hittast seinnapartin í tveimum innanhýsis uppgerðum

Sætta umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin.

Fýra tey fremstu liðini hittast í tveimum innanhýsis uppgerðum.

Ósigraða oddaliðið, Víkingur, fær vitjan av ósigraða B68. Hetta er góð styrkisroynd hjá toftamonnum ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Higartil hevur Víkingur vunnið fýra ferðir á útivølli. Einastu stigini eru mist í einasta heimadystinum, sum var ímóti 07 Vestur. Tá var úrslitið 1-1.

Týskvøldið misti B68 á stokkinum á Svangaskarði, tá ið tað í síðstu løtu eydnaðist HB at javna til 2-2. Hetta var onnur ferðin, at tað endaði 2-2 hjá B68 á heimavølli. Fyrra ferðin var ímóti NSÍ. B68 hevur vunnið allar tríggjar ferðirnar á útivølli.

B36 er á veg inn til Runavíkar. Síðani tepra 1-0 tapið á heimavølli í fyrsta umfari ímóti B68 hevur B36 vunnið fýra dystir og er næstovast. Tað er heilt óhoyrt, at næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum skal standa seg so væl í næstbestu deildini.

Einasta NSÍ tapið higartil var á heimavølli ímóti oddaliðnum Víkingi, sum vann 4-2 við Løkina.

Í norðoyastevnudystinum í dag fær KÍ vitjan av HB, sum framvegis ikki hevur vunnið. Tað eru fýra lið úr høvuðsstaðnum í næstbestu deildini. KÍ hevur vunnið ímóti AB, spælt javnt ímóti FC Hoyvík og tapt ímóti B36. HB hevur vunnið tríggjar javnleikir úr fimm teimum fyrstu umførunum – 2-2 týskvøldið á Svangaskarði mundi kennast sum meiri enn hálvur sigur.

Heilt óvæntað er tað, at 07 Vestur ikki enn hevur megnað at vinna fulla úrtøku. Seinnapartin verður AB gestur á Dungasandi. Næstbesta liðið hjá AB hevur ikki enn vunnið nakað stig.

Á vøllinum við Løgmannabreyt fær FC Hoyvík vitjan av B71. Tað er nummar sjey, sum fær vitjan av nummar seks.

 

KÍ – HB: Jón Tór Baldvinsson kl. 17.15

Víkingur – B68: Rúni Olsen kl. 14.00

NSÍ -B36: Jákup Ø. Mohr kl. 15.30

07 Vestur – AB: Aron Sofus Vest kl. 15.00

FC Hoyvík – B71: Heini Ziskason Viðoy kl. 16.00

 

Víkingur

5

4

1

0

13

5

13

B36

5

4

0

1

10

5

12

B68

5

3

2

0

10

5

11

NSÍ

5

3

1

1

15

10

10

5

2

1

2

8

10

7

B71

5

1

2

2

6

8

5

FC Hoyvík

5

1

1

3

7

13

4

07 Vestur

5

0

3

2

6

8

3

HB

5

0

3

2

6

10

3

AB

4

0

0

5

5

12

0