30. november í fjør fylti hann 16 ár. Tí er hetta fyrsta árið, at Jørgen Nielsen hevur aldur at spæla saman við teimum vaksnu.
Í barndómsfelagnum hjá Jørgeni, NSÍ, hevur eingin ivast í góðu evnunum at spæla bólt og í máltevinum. Í ár hevur Jørgen Nielsen í næstbestu deildini víst, at hann megnar at spæla saman við og ímóti teimum vaksnu.
Higartil í ár hevur hann spælt við í 15 dystum, og hann hevur skorað 10 mál og er triðibesti málskjútti í deildini. Tað er vorðið sum, tá ið havt verður í huga, at Jørgen sjey ferðir er skiftur inn, tvær tvær ferðir er skiftur út, og harvið bara hevur verið á vøllinum allan dystin á tamb seks ferðir og sambært faroesoccer.co tilsaman hevur verið á vøllinum í 915 minuttir.
Sunnudagin, tá ið NSÍ vann 4-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, var Jørgen Nielsen fyri fyrstu ferð á besta liðnum. Fimm minuttir undan leikloki avloysti hann málskjúttan yvir øllum øðrum í føroysku kappingini Klæmint A. Olsen, sum ivaleyst man vera fyrimyndin hjá unga manninum.
Og í dag boðar NSÍ frá, at felagið og Jørgen Nielsen hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar av hvør øðrum næstu árini.
Í dag er besta liðið hjá NSÍ á Tvøroyri, har fyrsta bríkslið við Stórá í Trongisvági verður klokkan 16.30.