KÍ riggar til at fara út á Toftir, har fyrsta bríksl á Svangaskarði verður klokkan 16.
Hjá B68 kemur tað illa við, at royndi spælskiparin Jann Ingi Petersen framvegis er skaddur. Esmar P. Clementsen er burturstaddur í útbúgvingarørindum, og fyrr í vikuni bíðaðu teir á Svangaskarði framvegis eftir, at loyvini skuldu koma uppá pláss hjá nýggja framrættaða spælaranum Samba.
Tað er eitt ivamál, um málverjin Rói Mørk Hentze er førur fyri at spæla í dag. Hann er darvaður av knæskaða. Avloysari er Ragnar Lindholm. Tá ið B68 2. páskadag legði rygg til 4-0 heimatap ímóti Víkingi, var Sebastian Lau Nielsen ikki við. B68 toppskjúttin varð skaddur undir upphiting. Tað er sannlíkt, at hann verður við ímóti KÍ.
Tá ið KÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, var toppskjúttin í deildini Páll A. Klettskarð á beinkinum, inntil tað restaði ein lítil løta. Tað er sannlíkt, at hann fer at eiga størri leiklut í dag.
Tað er stór kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Ímóti 07 Vestur var Odmar Færø alla tíðina á beinkinum, og Deni Pavlovic, Patrick da Silva og Páll A. Klettskarð vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki. Claes Philip Kronberg hevur seinastu ferðirnar verið á listanum, uttan at hann er komin á vøllin.