Toppurin líkist sær sjálvum

Esbjerg er framvegis fremst, og stórfeløgini í Keypmannahavn eru í hølunum á vesturjydunum, meðan tað stendur illa til í Aalborg

SUPERLIGAN

Eftir FCK vónbrotið í Europa Cup fyri meistaralið mikukvøldið og eftir góðu donsku úrslitini í UEFA Cup hóskvøldið ? OB, FCM, FCN og Brøndby fara saman við FCK at halda fram í kappingini ? var sætta umfarið í superliguni á skránni sunnudagin.
Støðutalvan er í toppinum tann sama, sum hon var eftir fimta umfarið. Esbjerg er oddalið, og FCK og Brøndby eru í hølunum á vesturjydunum.
Esbjerg hevði hesa ferð heimavøll ímóti FCM. 6.412 áskoðarar vóru møttir í vindinum og ælaveðrinum. Tað eru ikki so fáir áskoðarar í Esbjerg, sjálvt um tað er lítið at rokna ímóti teimum mongu, sum so at siga hvørja ferð møta upp í Parkini, tá ið FCK spælir og á Brøndby stadion.
Esbjerg sveik ikki vónríku áskoðararnar. Teir vunnu 2?0 ímóti FCM. Tommy Bechmann, sum nú hevur skorað seks mál í seks dystum, skoraði fyrra málið, og Hans Henrik Andreasen skoraði úr 45 metrum til 2?0, eftir at landsliðsmálverjin hjá FCM, Peter Skov?Jensen ikki náddi aftur í málið aftaná, at hann hevði verið úti í borðinum og sent bóltin fram á vøllin.
Við framúr sannførandi 4?0 sigri á AGF í Parkini helt FCK tørn um næstfremsta plássið. Hóast stóra vónbrotið mikukvøldið møttu 15.323 áskoðarar upp. Tað vóru ikki heilt so nógvir áskoðarar, sum tað plaga at vera. Men teir, sum vístu trúfesti, fingu nógv fyri atgongugjaldið.
Sjáldan hevur eitt danskt lið verið so væl upplagt, sum FCK menninir vóru hesa ferð. Við sannførandi, hugflogsríkum og flótandi spæli staðfestu teir, at teir vóru nóg professionellir at leggja Rangers vónbrotið eftir í skiftirúminum. Ikki minst Todi Jónsson, sum skoraði tey bæði fyrstu málini, var framúr væl upplagdur. Zuma legði upp til málini hjá Toda, og hann átti eisini sín stóra lut í málunum hjá Thomas Røll. Innskifti Peter Møller staðfesti í síðstu løtu stórsigurin.
Brøndby ? uttan Jón Róa Jacobsen í hópinum ? vísti sannføandi avrik og spældi seg til nógvar møguleikar, hóast teir bara vunnu 1?0 í Farum ímóti FC Nordsjælland. Svenski Mattias Jonson skoraði einsamalla málið. Hetta var 33. landskappingardysturin á rað, at Brøndby fór av vøllinum, har teir í hvussu so er høvdu skorað eitt mál. FCN venjarin, Christian Andersen, helt tað ikki at hava verið nøkur skomm hjá hansara monnum at hava tapt við einum máli ímóti Brøndby, sum hann metti høvdu sýnt fínt avrik.
Í Viborg hildu teir í vetur seg ikki at hava brúk fyri Steffen Højer. Hann flutti tískil til OB í Odense, har hann stórtrívst. Í Viborg vildi venjarin hava, at Højer skuldi vera á miðvøllinum, har tað ikki gekst nóg væl hjá honum til at hann kundi verða fastur maður á liðnum. Í Odense sigur venjarin seg langt síðani hava sæð, at maðurin hevur serligt máltev. Tað hevur Højer fleiri ferðir víst, síðani hann kom til OB. Ikki minst ímóti Viborg. Sunnudagin vann OB 4?2. Steffen Højer skoraði trý av málunum, og hann átti brotssparkið, sum varð umsett til fjórða málið.
Frem hevði vunnið tríggjar ferðir á rað, tá ið teir sunnudagin í Valby tóku ímóti AB. Gestirnir vunnu 2?1 og fingu harvið fyri aðru ferð á rað fult á útivølli. Frem venjarin, Ole Mørch, staðfesti aftaná, at liðið hjá honum eftir øllum at døma ikki megnaði at vera favorittur.
Í Aalborg er heilt galið. Teir hava keypt fleiri spælarar síðstu tíðina. Leygardagin høvdu teir vitjan av Herfølge, og tá var gamli álopsfelagin hjá Toda Jónsson í FCK, David Nielsen, sum hevur verið nøkur ár í Onglandi, fyri fyrstu ferð í AaB álopinum. Tað hjálpti ikki nógv. Herfølge vann 2?0. Ikki minst fyri AaB man tað koma væl við, at tað nú er steðgur í landskappingini inntil annað vikuskifti. Landsdystir eru á skránni næstu vikuna.