Torbjørn Jacobsen: Jalig útmelding frá Sjálstýrinum

Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldinum, heldur útmeldingina frá Sjálvstýrisflokkinum í gjárkvøldið um óbindandi samstarv við sitandi samgongu vera jaliga

Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið boðaði Sjálvstýrisflokkurin frá, at flokkurin fer ikki inn í bindandi politiskt samstarv við sitandi samgongu, orsakað av at fólkið hevur mist álit á henni. Flokkurin vil hinvegin fara inn og samstarva um breiðar politiskar semjur.

Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi, heldur hetta vera ein jalig útmelding frá Sjálvstýrisflokkinum.

Sjálvstýrið skal ávirka

- Valskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum líkist so mikið nógv samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, at tað burdi ikki verið nakur trupulleiki, sigur Torbjørn Jacobsen. Næstformaður í Tjóðveldi tulkar tíðindaskrivið hjá Sjálvstýrisflokkinum soleiðis, at flokkurin ikki velur at fella samgonguna, men at teir væntandi vilja hava ávirkan á átrokandi mál so sum fíggjarlógina fyri 2009. Torbjørn Jacobsen útihýsir heldur ikki møguleikan fyri, at Sjálvstýrisflokkurin kann gerast skipaður partur av sitandi samgongu.

Eingin avgerð tikin

Fer sitandi samgonga at halda fram sum minnilutastjórn við stuðli frá Sjálvstýrisflokkinum?

- Hetta er ikki ein spurningur, eg fái svarað, sigur næstformaðurin. Hann sigur, at Løgmaður fer at taka avgerð um hetta málið, ið enn ikki er avgreitt.

- Sum øll vita, ligga vit í einum ongamannalandi, har mann roynir at fáa alt at hanga saman, so fólki kann kenna seg trygt.

Gott samstarv

Fær Sjálvstýrið ikki ov góð kort at spæla við, um samgongan heldur fram sum minnilutasamgongu uttan fast samstarv?

- Tað samstarvið kemur at byggja á tann veruleikan, at teir ikki fella stjórnina, og tað álitið kanst tú bara byggja politiskt samstarv á, sigur Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi.

- Reint politiskt haldi eg, at hesir báðir partarnir, sjálvstýrisflokkurin og samgongan, ikki átti at hava so stórar trupulleikar í einum samstarvi, sigur hann.

Sandoyartunnilin farin á bláman

Er endamálið við einum slíkum samstarvi at tryggja, at Páll á Reynatúgvu missir ávirkan?

- Tað er als ikki tað, hett málið snýr seg um í løtuni, sigur næstformaður Tjóðveldisins.

- Í løtuni snýr málið seg um, at ein stjórn roynir at finna sær ein meiriluta so, at hon fær rikið tann politikkin, hon vil, sigur hann, og er meiriluti ikki fyri einum máli, so er vælsagtanst bara eitt at gera, og tað er at leggja málið frá sær, tí bara at sita fyri at sita, kann ikki hava áhuga fyri nakran. Sandoyartunnilin er ikki tað politiska málið, ið er hægst á breddanum í løtuni.

Gerhard eigur skyldina

- Støðan viðvíkjandi sandoyartunnilin er, at Gerhard Lognberg við sínum poltiska atburði hevur skotið tunnilin til Sandoyar út í rúmdina, sigur Torbjørn Jacobsen.

- Nú er spurningurin, hvussu ein nýggjur politiskur meiriluti kann fáa sandoyartunnilin á bredda aftur, har Gerhard gjørdi enda á.