Torbjørn til reiðar at stilla upp til løgtingsval

? Eg hevði eisini farið aftur í Landsstýrið, um tað stóð mær í boðið, sigur litríki sjómaðurin av Glyvrum


 

Afturkoma


Torbjørn Jacobsen er til reiðar at koma afturí aftur í politikki.

Í samrøðu við Sosialin avdúkar hann nú, at verða boð eftir honum, er hann til reiðar at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi næsta vár.

Tá ið hann fór frá sum landsstýrismaður varð hann spurdur, um hann nú var liðugur sum politikari. Tað svaraði hann onki til, men tað skiltist á honum, at hann ikki hevði tikið støðu til, antin hann heilt skuldi taka seg burturúr politikki, ella um hann bara hevði parkerað seg sjálvan á síðulinjuni eina løtu til næsta løgtingsval

Men nú hann er komin burturúr politiska meldrinum og hevur verið vanligur borgari í eina góða viku, er hansara politiska framtíð aftur greið.

Og hann ivast ikki, tá ið vit spyrja hann, um hann hevði hættað sær upp í politikk aftur.

?Vísir Eysturoyar Tjóðveldsifelag mær tað álit, at tað vil hava meg at stilla upp, næstu ferð, løgtingsval verður, taki eg av, sigur Torbjørn Jacobsen.

Um orsøkinina til, at hann hevði bjóða seg fram aftur, sigur hann stutt og greitt:

? Politiskt helmi eg ikki í, fyrrenn eg standi á tí føroyska matriklinum, sigur hann.

Hann ivast heldur ikki, tá ið vit spyrja hann, um hann aftur hevði tikið av, um tjóðveldisflokkurin einaferð afturat bjóðaði honum ein landsstýrissess.

? Ja, tað hevði eg gjørt, sigur hann.

Hann sigur, at hóast hann fór úr politikki í úrstíð, heldur hann seg enn hava nakað at bjóða.

? Eg haldi ikki, at tað kom so heilt lítið burturúr, teir 11 mánaðirnar, eg var landsstýrismaður í mentamálum. Og tað er væl tað, ið alt snýr seg um.

?Tað positiva eg upplivdi tað stokkutu tíð, mær varð tillutað í Landsstýrinum eru í stórari yvirvág aftur ímóti tí negativa, eg upplivdi. At eg so eisini kom í hóslag við ov nógvar erkvisnar sálir, er eitt heilt annað mál.


Sláa pannuna ímóti

Hann sigur, at hevði hann komið í aftur í Landsstýrið, kann hann ikki hugsa sær, at hann hevði fingið somu lagnu einaferð afturat, sum hesuferð, hann royndi seg.

Og tað er ikki tí, at hann sjálvur er blíðkaður og brýndur so hesa vikuna, hann hevur havt stundir at hugsa djúpari um støðuna.

?Tað hevur stóran týdning at gera sær greitt, at skalt tú broyta nakað í einum samfelagi, slepst ikki undan, at tú renur pannuna ímóti nakrar ferðir.

? Men hvørja ferð, tú gert tað, flytir tú eisini mørk.

Hann heldur sostatt eisini, at mørkini fyri, hvat tolt verður í samfelagnum, víðkast alla tíðina.

? Og skuldi eg farið aftur í landsstýrið, vænti eg, at samfelagið og maðurin høvdu hóskað betri saman tá, enn tey kanska gjørdu hesuferð, sigur Torbjørn Jacobsen