? Tað er sum at hava blaðið framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, tá hann mánadagin tosaði við Sosialin í telefonini.
Tordur Niclasen er í løtuni í New York á ST aðalfundi umboðandi Føroya Løgting.
Men tað sum Tordur Niclasen helt vera serliga áhugavert var, at hann kundi lesa Sosialin - í hesum føri leygardags-Sosialin yviri í Boston, har hann varð staddur sunnudagin.
? Eg sá tit høvdu eina litmynd av Jákupi á Kamarinum - hon var so klár, sum um eg hevði hana framman fyri mær, segði Tordur Niclasen, sum helt Internet-Sosialin vera eitt sera spennandi tiltak.
Og rætt er tað. Internetið er í so máta ein fantastiskur miðil, sum bløð - kanska serliga í so fjarskotnum londum sum Føroyum - ikki kunnu lata vera við at gera sær dælt av. Tað eru í dag eini 100 milliónir fólk í heiminum, sum kunnu síggja Sosialin.
Tá Sosialurin er liðugur skrivaður og greiddur til prentingar dagin fyri útgávudag, verður hann eisini dagførdur á Internetinum. T. v. s. at Tordur Niclasen og onnur fólk í eitt nú New York kunnu lesa mikudags-Sosialin umleið klokkan 10:00 týsmorgun lokala tíð - tíðarmunurin er seks tímar?