HM-fótbóltur
Í bólki G var fyrsti dysturin millum Croatia og Mecico.
Í hesum máttu bronsuvinnararnir frá HM í ?98 lúta fyri Mexico, sum sostatt hevur vunnið sær eitt sera gott útgangsstøði í bólkinum.
Einasta málið í dystinum kom á tímanum, tá Boris Zivkovic tók beinini undan Blanco í brotsteiginum. Við hesum gjørdist Zivkovic fyrsti leikarin, sum fekk reytt kort undir HM, og eftirfylgjandi setti Blanco sjálvur bóltin í málið úr ellivu metrum.
Var úrslitið eitt gott útgangsstøði fyri Mexico, so er Kroatia í ringast hugsandi støðuni nú. Snøgt sagt skal liðið helst vinna á bæði Italia og Ecuador í teimum báðum næstu dystunum, og hetta verður í øllum førum ein trupul uppgáva.
Vieri & Totti
Italia skuldi í sínum fyrsta dysti royna seg móti Ecuador, sum undan kappingini varð mett sum veikasta liðið í kappingini. Tað tók heldur ikki langa tíð hjá Azzuri at sannføra um, at hetta var ein løtt uppgáva fyri teirra viðkomandi.
Stóri maðurin var sum ikki eina ferð Christian Vieri, sum skeyt bæði italiensku málini, men í øllum førum fær Totti eisini æruna fyri fyrsta málið. Prinsurin av Róma legði sera hegnisliga upp til málið, sum Vieri við vinstra beininum smekkaði upp í tríkantin.
Úrslit:
Kroatia-Mexico 0-1 (0-0)
0-1: Cuauhtemoc Blanco, 60
Italia-Ecuador 2-0 (2-0)
1-0: Christian Vieri, 7
2-0: Christian Vieri, 27