Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum undan hesum kappingarárinum skifti úr Team WeBike-CK Aarhus til ColoQuick-Cult, skal mánadagin luttaka í stórari franskari súkklukapping. Nýggja lið hansara gevur honum størri møguleikar at kappast uttanlands, og Torkil er nú úttikin til fyrstu kappingina hjá liðnum hetta árið.
Talan er um kappingina Tour de Normandie. Hetta er ein søgurík kapping, sum á fyrsta sinni var í 1939, og hevur havt kendar vinnarar so sum Thor Hushovd og Samuel Dumoulin. Súkklað verður hvønn dag í eina viku á sjey teinum, sum eru lutfalsliga slættir.
Hetta er sum nevnt fyrsta kappingin hjá ColoQuick-Cult hetta kappingarárið. Torkil og liðfelagarnir hava verið á venjingarlegu í Spania, og Torkil kennir seg væl tilrættis á nýggja liðnum.
- Byrjanin hevur verið heilt góð. Vit hava gott samanhald, og eg haldi at allir eru spentir at fara í gongd og vísa hvat vit kunnu, sigur Torkil.
Í Spania var innanhýsis úttøkukapping til Tour de Normandie. Torkil varð úttikin. Hann og liðfelagarnir seta nú kósina móti Fraklandi til hesa kappingina, sum byrjar mánadagin.
- Vit hava ikki heilt tosað um hvat okkara vónir í felag eru. Tað kann vera eitt sindur trupult at vita hvar vit standa í mun til hini liðini, tá ið vit ikki hava koyrt nakra kapping enn, meðan tey longu hava verið í gongd í ein góðan mánaða. Sjálvandi vóna vit at kunna vera við og súkkla um sigurin, sigur Torkil.
Kendasti súkklarin, sum er við í Tour de Normandie í ár, man óivað vera danski Chris Anker Sørensen, sum júst er skiftur heimaftur til Danmarkar at súkkla við Riwal Platform. Hann hevur luttikið í heili 12 Grand Tours, sum umfata Tour de France, Vuelta a España og Giro d'Italia.
Tour de Normandie 2017:
1. teinur, mánadagin: Bourg-Achard – Gonfreville-l’Orcher – 143 km
2. teinur, týsdagin: Neufchâtel-en-Bray – Forges-les Eaux – 153,5 km
3. teinur, mikudagin: Duclair – Elbeuf-sur-Seine – 165 km
4. teinur, hósdagin: Le Neubourg – Argentan – 163 km
5. teinur, fríggjadagin: La Ferté-Macé – Bagnoles-de-l ‘Orne-Normandie – 158,5 km
6. teinur, leygardagin: Fleury-sur-Orne – Ducey-lès-Chéris – 166 km
7. teinur, sunnudagin: Sourdeval – Caen – 144,5 km