Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, hevur fingið boð um, at hann skal til Skotlands at vera UEFA eygleiðari, tá U-16 EM endaspælið verður har seinni í hesum mánaðinum.
Torleif Sigurðsson fer av landinum 22. apríl, og hann verður ikki liðugur í Skotlandi fyrrenn 3. mai.
FSF formaðurin er løgtingsvalevni fyri javnaðarflokkin í Norðoyggjum. At hann skal vera UEFA eygleiðari í Skotlandi dagarnar kring 30. apríl merkir, at hann verður ikki í Klaksvík valdagin.
? Hetta ber við sær, at eg má greiða brævatkvøðu, og so má eg syrgja fyri, at fjalsskipanin verður í lagi, áðrenn eg fari av landinum, heldur FSF formaðurin skemtandi fyri, tá vit hava hann í telefonini. Hann sigur seg ikki ivast í, at flokkurin hjá honum fer at fáa ein mann valdan í Norðoyggjum 30. apríl.
? Spurningurin er ikki, um vit fáa ein mann, men heldur hvør tað verður, sigur FSF bossurin skemtandi og letur harvið sína ígjøgnum, at hann ætlar at kappast við Vilhelm Johannesen.