Bjørg Dam forkvinna í felagnum grundgav viðurkenningina soleiðis: Ársins ADHDviðurkenning verður latin Tórunn Højgaard Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, fyri hennara stóra, týdningarmikla og áhaldandi arbeiði at betra um útgreiningar- og viðgerðarmøguleikarnar hjá børnum innan psykiatri í Føroyum.
Tórunn var, sum leiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini, sera virkin í uppbyggingini av barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum. Sum námslektari hevur hon lagt stóran dent á, at sjúkrarøktarfrøðilesandi eisini fáa innlit og fatan úr foreldraperspektivinum, tí bjóðaði hon javnan foreldur úr ADHDfelagnum og Autismufelagnum at greiða frá okkara søgum í undirvísingini. Hetta hevur sera nógv at týða fyri okkum, tað skalt tú vita.
Tórunn serstakar seg, sum ein samanrenning av tí sterkasta innanfyri tað bleyta fakið, sjúkrarøkt og einum víðskygdum søgu- og samfelagsfrøðingi, við djúpum innliti í psykiatri, heilsuverki og føroyska samfelagnum. Tórunn hevur serlig evni at síggja, møta og skilja menniskjað aftanfyri gerðirnar. Tórunn sær menningarmøguleikar í øllum menniskjum.
Serliga vilja vit heiðra hennara granskingararbeiði at vísa á avleiðingarnar av fylgisjúkum, sum standast av ov seinari útgreining, umframt menniskjaliga og samfelagsliga gagnið av at seta inn so tíðliga sum gjørligt.
Við sínari Ph.d.gransking broytir Tórunn fortreytirnar fyri okkara arbeiði, tí at vit fáa hagtøl, djypri innlit og neyðug amboð, so vit kunnu seta inn við neyvum og røttum átøkum, til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum. Ein sera stór og virðismikil gáva.
– Hjartans tøkk fyri títt íkast, sigur nevndin í ADHDfelagnum
##med2##
##med3##













