Tað var Tottenham, sum hevði frægaru kortini á hondini undan seinnu 16-parts finalunum, men eisini Newcastle megnaði at spæla seg víðari til áttandaparts finaluna í Europa League.
Tað var í allarsíkðstu løtu, at Tottenham kom víðari, tí teir vóru leingi aftan fyri á útivølli móti Lyon. Men í yvirtíðini megnaðí miðvallarleikarin, Moussa Dembele, at skora útjavnandi málið, og tá Tottenham hevði vunnið 2-1 á heimavølli, var tað nóg mikið fyri onglendingarnar.
Atletico Madrid megnaði bert at vinna 1-0 á RTubin Kazan við einum Radamel Falcao máli, men tá teir á heimavølli høvdu tapt 0-2 móti russunum, ruku meistararnir út.
Úrslitini frá dystunum, sum byrjaðu tíðliga (í klombrunum samlaða úrslitið):
Rubin Kazan-Atletico Madrid 0-1 (2-1)
CFR Cluj-Inter Milan 0-3 (0-5)
Dnipro D'pertovsk- Basel 1-1 (1-3)
Lazio-Mönchengladbach 2-0 (5-3)
Lyon-Tottenham 1-1 (2-3)
Metalisk Kharkiv-Newcastle 0-1 (0-1)
Genk-Stuttgart 0-2 (1-3)
Hinir níggju dystirnir byrja klokkan 20.05