Tour de France byrjar í dag

Heimsins harðasta súklukapping, Tour de France, byrjar í dag við einum 191,5 kilometrar longum teini úr Pass. du Gois til Mont Alouettes úti við fronsku vesturstrondina.

 

Sum vant er stórur spenningur um, hvør fer at standa ovast á sigurspallinum, tá kappingin endar í París tann 21. juli, men súklukøn eru á einum máli um, at tað eru tveir favorittar í ár. Annar og helst tann størri er vinnarin í 2007, 2009 og í fjør, spaniumaðurin Alberto Contador, sum í ár súklar fyri danska felagið Saxo Bank Sunguard hjá Bjarne Riis.

 

Hin, sum kann vinna kappingina, er Andy Schleck úr Luksenburg. Hann súklaði fyri Saxo Bank í fjør, men er í ár oddamaður á tí nýstovnaða luksenburgska felagnum Leopard Trek, har hann millum annað fær hjálp frá tí eldra bróðurinum Frank Schleck og týskaranum Jens Voigt, sum eisini súklaðu fyri Saxo Bank í fjør.

 

Sum vant skulu súklararnir upp í Pyrnearafjøllini og Alpurnar, og har vænta tey súklukønu fleiri harðar dystir ímillum Alberto Contador og Andy Schleck júst sum fyri einum ári síðani.